Síðsta vetur gekk long tíð, til Hannes Agnarsson tók støðu um sína framtíð. Men nú, yvir ein mánaða undan jólum, hevur kviki vongurin knýtt seg at barndómsfelagnum.
Hesaferð er tað fyri tvey ár. B36 skrivar á síðu sínari, at Hannes hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025 og 2026.
- Kviki vongspælarin hevur verið ein av stuðulsspælarunum seinastu árini, og hann tekur fegin eitt tørn, nú tá ið besta mansliðið skal byggjast upp av nýggjum.
Nýggi venjarin Jákup Martin Joensen saman við Hannesi Agnarsson, sum kann gerast ein lykil í álopsspælinum (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)
Hannes er 25 ára-gamal. Hann hevur higartil spælt 182 dystir og skotið 31 mál fyri B36, sambært FaroeSoccer. Fyriuttan eitt heilt stutt uppihald í danska HIK, hevur Hannes Agnarsson umboðað B36.
Hann hevði eitt heilt gott tíðarsekið í ár - frá sumri og nakað fram - har fleiri mál komu til høldar. Í oktober byrjaði Hannes Agnarsson eisini inni í báðum landsdystunum á Tórsvølli (Armenia og Lettland). Samanlagt er hann skrásettur fyri níggju A-landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald