Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Føroysku kvinnurnar spæla klokkan 19 í kvøld í Klaksvík. Deildarlandsliðið hjá Svøríki (Svøríki B) vitjar, og soleiðis verður eisini á Skála í morgin, leygardagin, klokkan 16.
Talan er um týðandi dystir undan EM-endaspælinum, sum fyri Føroyar byrjar um eina viku, fríggjadagin 29. november.
Í samrøðu við Portalin í gjár staðfesti Elsa Egholm, at í føroysku leguni høvdu tær størst fokus á júst fyrsta dystin móti Sveis: Ta taktiska og hvussu man avrikar best tá. Hetta er dysturin, har mett verður at Føroyar hava størst møguleika í bólkaspælinum í Basel.
Sí eisini: Hørð men heilt ymisk mótstøða í Basel
Dystarskrá í EM-endaspælinum:
Fríggjadagin 29. november klokkan 17.00 Sveis – Føroyar
Sunnudagain 1. dessember klokkan 14.30 Kroatia – Føroyar
Týsdagin 3. desember klokkan 17.00 Føroyar – Danmark
Tíðirnar eru føroyskar
Elsa Egholm til venjingina á Argjum í gjárkvøldið. Hoyvíkskvinnan vandi ikki fulla venjing, tí hon merkti eitt hvørt og noyddist at fáa viðger frá Beintu Bendix Laursen, fysioterapeuti, sum sæst aftanfyri Elsu her
Sí fleiri myndir frá venjingini og les meira um støðuna í hópinum HER
Sí eisini: Látur í Íslandi: Friends, One Direction og Pauli Mittún
EM-hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Strikur:
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bakkar:
Elsa Egholm, H71
Lukka Arge, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald