Tað hendir eitt sindur í B36 fyri tíðina.
Síðsta vikuskifti vórðu nýggir sáttmálar hjá ársins spælara, Marius Kryger Lindh, og hjálparvenjara, Lukas Enevoldsen kunngjørdir. Mikudagin longdi Hannes Agnarsson, og í gjár varð endaliga greit at Bjarki Nielsen og Jann Benjaminsen ikki helda fram, men at Jóhann Hansson Joensen kemur aftur til felagið.
Sí eisini:
Jann Benjaminsen aftur í NSÍ
Bjarki fer út aftur á Argir at spæla
Hannes heldur fram í B36
Vongurin spældi fleiri av sínum ungdómsárum í B36 og fekk sínari fyrstu dystirnar á besta liðnum, áðrenn hann á sumri 2021 fór til EB/Streym.
Jóhann spældi eisini í 07 Vestur í fjør og í B68 í fyrru hálvu í ár, áðrenn hann vendi aftur í EB/Streymi. Tað er júst í EB/Streymi, at nú 23-ára gamli havnarmaðurin hevur staðið seg best.
Í eitt og eitt hálvt ár spældi Jóhann fyri Jákup Martin Joensen har. Nú skulu teir báðir samstarva í B36.
Talan er um ein tvey-ára sáttmála. Sambært FaroeSoccer hevur Jóhann Joensen spælt 91 dystir í Betrideildini og skorað 8 mál.
B36 skrivar á Facebook-síðu sínari um skiftið:
Eftir útivið fýra ár aðrastaðni vendir Jóhann Hansson Joensen aftur til B36. Hann hevur skrivað undir tvey ára sáttmála.
Jóhann hevði verið seks ferðir við á okkara besta mansliði, tá hann á sumri í 2021 flutti til EB/Streym, har Jákup Martin Joensen hevði hann undir hond.
Undan kappingarbyrjan í 2023 flutti hann til 07 Vestur, og í ár hevur hann spælt fyri bæði B68 og EB/Streym.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald