- Tann føroyski "playmakeren" verður ikki at síggja í FFK-búnanum í 2025.
Soleiðis skrivaði Fredrikstad á heimasíðu sínari í gjár, tá kunngjørt varð, at Brandur Hendriksson er ein av í øllum førum trimum spælarum, sum fer úr felagnum eftir kappingarlok.
Sí eisini: Brandur Hendriksson heldur ikki fram í Fredrikstad
Sáttmálin hjá skálvíkinginum við norska felagið gongur út gamlaárskvøld. Brandur kom til Fredrikstad undir serligum umstøðum í 2023 - tá hann stríddist fyri at koma fyri seg eftir krossbandsskaða, tá Fredrikstad var í næstbestu deildini, og tá Mikkjal Thomassen var nýggjur høvuðsvenjari í felagnum.
- Eg var skaddur, tá eg kom higar. og eg eri ógvuliga takksamur fyri, at felagið hevur hjálpt mær aftur eftir ein drúgvan skaðan. Eg eri ógvuliga glaður fyri býin, Fredrikstad og liðið. Tað eru góðir liðfelagir, og tað hevur verið stuttligt at verið partur av. Tað hevur jú eisini gingið væl ítróttarliga. Vit fluttu upp í Eliteseriuna, hava staðið okkum væl har og eru eisini komnir í steypafinaluna.
Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson hava verið liðfelagar í Fredrikstad seinastu tvey árini (Mynd: Sverri Egholm)
Brandur sigur eisini við fredrikstadfk.no, at tað er heldur sorgblítt at fara úr felagnum, men at hann nú gleðir seg til júst steypafinaluna á Ulleval móti Molde 7. desember.
- Tað er eitt stórt og sterkt minni, tá vit tryggjaðu okkum uppflytingina á útivølli móti Åsane. Alir steypadystirnir í ár hava eisini verið serstakir - frá fyrsta umfari til hálvfinaluna. So tað verður kuul at enda tíðina í Fredrikstad við einari steypafinalu.
Brandur Hendriksson Olsen hevur góðar royndir við at spæla steypafinalu. Hann var ikki bert á vøllinum fyri FCK í finaluni móti Vestsjælland í 2015, men tá 19-ára gamli skálvíkingurin avgjørdi dystinum við vinstra beininum í longdu leiktíðini í Parkini.
Steypafinalumálið hjá Brandi sæst frá 5.10 her
Skjótt skal Brandur Hendriksson Olsen royna at gera mun aftur, tá Fredrikstad fer eftir 12. steypagullinum og evropeiskum plássi. Higartil hevur 28-ára gamli føroyski landsliðsspælarin spælt 45 dystir fyri FFK.
Ítróttarstjórin Joachim Heier takkar honum fyri tíðina á heimasíðu felagsins og sigur, at ikki so nógva spælitíðin í ár hevur gjørt mun í avgerðini um ikki at leingja samstarvið:
- Brandur har gjort en flott innsats for FFK. Han kom seg tilbake i sin beste form etter skadeoppholdet og vært en viktig bidragsyter både på og utenfor banen. En skikkelig god fotballspiller, men som har hatt relativt lite spilletid for oss i år og derfor mener vi det er riktig at våre veier skilles etter denne sesongen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald