Fimm føroysk toymi luttóku síðsta vikuskiftið í Crossfit-kapping í Skotlandi.
Stóra kappingin var í Livingston og eini 70 lið vóru tilmeldaði. Øll liðini skuldu kappast í fýra ymsum kappingum og fingu føroysku liðini flott úrslit.
CrossFit er ein heldur nýggj ítrottargrein, ið samantvinnur nógvar ítrottargreinar so sum vektlyfting, úthaldni og fimleik, og leggur dent á funktionellar rørslur. Bæði í venjingum og kappingum verða allir íðkarar avbjóðaðir í styrki, úthaldni og skjótleika. CrossFit er harafturat kent fyri at skapa sterkan felagsskap fyri íðkarar sínar.
Kappingin varð deild upp í trý ymisk torleikastig: RX, RX’ish og Scaled. Føroysku toymini vóru í besta og næst-besta torleikastignum.
Úrslitini eru niðanfyri:
RX kvinnur
Jenny Persson & Kristina Thede: 4. pláss
RX menn
Bartal Kamban & Eyðun Højgaard: 6. pláss
Rói Agnarsson & Niels Áki Mørk: 7. pláss
RX’ish kvinnur
Jóhanna av Steinum & Tordis Tróndarson: 2. pláss
Barba Andreasen & Katrin Hovland: 5. pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald