Fótbóltur

Skulu skerpa seg móti Svøríki

Føroyar spæla fyrireikingardyst í Klaksvíkar Badmintonhøll klokkan 19 í kvøld. Upphiting og kappingar fyri børn verða í KÍ-høllini frá klokkan 17.30.

Rannvá Olsen og hinar í føroyska EM-hópinum vandu í KÍ-høllini týsdagin - seinni í dag verður fjepparaupphiting í hesari høllini, og fyrri dysturin móti Svøríki verður í høllini við síðuna av (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rannvá Olsen og hinar í føroyska EM-hópinum vandu í KÍ-høllini týsdagin - seinni í dag verður fjepparaupphiting í hesari høllini, og fyrri dysturin móti Svøríki verður í høllini við síðuna av (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-22 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað stendur sum so einki ítøkiligt uppá spæl, tá Svøríki B vitjar í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld. Hjá Føroyum snýr tað seg um at avrika væl og fáa samanspælið væl at hanga saman, nú ein vika er til fyrsta dystin í EM-endaspælinum í Basel.

Hetta var Elsa Egholm inni á, tá Portalurin tosaði við hana í gjárkvøldið. Landsliðið hevði venjing á Argjum og hevur seinastu dagarnar serliga fyrireika til EM á hendan hátt. 

Les eisini: - Skulu hava sterkt avrik og arbeiða við samanspælinum

Nú standa tveir dystir móti Svøríki á skránni. Talan er í stóran mun um spælarar, ið til dagliga spæla í svensku deildini - har er til dømis onkur, sum spældir fyri Calus Mogensen og saman við Mariu Pálsdóttir Nólsoy í Horsens Elite í bestu donsku deildini.

Talan er helst um hóskandi mótsstøðu undan endaspælinum. Føroyar vóru í bólki við Svøríki í undankappingini og taptu stórt í heimadystinum. Á Hálsi í apríl høvdu Føroyar í løtum risafavorittur eitt av fremstu liðunum í Evropa á knønum. Svøríki, ið var komið víðari tá, var tó at enda omaná.

[object Object]
Pernille Brandenborg skorar her móti Svøríki - strikuspælarin er ivasom til í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Føroysku kvinnurnar spældu dyst móti U-landsliðið hjá dreingjum í Klaksvík týsdagin - nú verður talan um venjingardyst (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Claus Mogensen, Simon Olsen, Jens á Skipagøtu og liðið hava ymisk ting, sum man vil hava burturúr dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg vandi ikki í gjár vegna sjúku og er ivasom til dystin í býnum, sum føroyski liðskiparin hevur ættarbond til. Elsa Egholm vandi ikki fulla venjing í gjár. 16 spælarar vera á dómaraseðlanum - eins og til EM-dystirnar í Sveis.

Upphiting verður í KÍ-høllini, sum serliga er ætlað børnum. Har verður ferðmátari (Hvussu hart kastar tú?), hoppiborgir, andlitsmáling, spøl, Nósi vitjar o.a. Hesum boða HSF og Føroya Banki frá.

Fyrri venjingardysturin undan EM-endaspælinum
Klaksvíkar Badmintonhøll, fríggjadagin 22. november
19.00: Føroyar - Svøríki B

Atgongumerki kunnu bert keypast við dyrnar. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar úr hallunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder