Fótbóltur

Svøríki var sterkari eftir steðgin og vann við einum máli

Góð ting vóru hjá Føroyum í ferðmikla dystinum í Klaksvík - serliga fyri steðgin - men ymiskar batar skulu vera áðrenn Basel. Liðini spæla aftur á Skála í morgin, leygardagin, klokkan 16.

Føroyski verjuparturin og Annika Fríðheim Petersen stóðu væl fyri steðgin, og hálvleiksleiðslan var á trý mál. Rútman var tó ikki heilt har í pørtum av 2. hálvleiki (Mynd: Andrei Antal/HSF)

Føroyski verjuparturin og Annika Fríðheim Petersen stóðu væl fyri steðgin, og hálvleiksleiðslan var á trý mál. Rútman var tó ikki heilt har í pørtum av 2. hálvleiki (Mynd: Andrei Antal/HSF)

2024-11-22 21:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru nógv fólk og stuðlaði føroyska kvinnulandsliðnum í Klaksvík í kvøld, har fyrri EM-fyrireikingardysturin móti Svøríki B var á skránni.

Sí eisini: Savnast um kvinnulandsliðið í Klaksvík

Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik og vunnu sær so líðandi eina rímiliga stóra leiðsla. Hon var á fimm mál, tá fimm minuttir restaðu í av 1. hálvleiki. Lukka Arge tók ábyrgd við fýra brotskøstum, spælið í baketuni við Súnu Krossteig Hansen, Janu Mittún og Mariu Pálsdóttir Nólsoy fleyt í løtum heilt væl, og talan var um eitt ferðmikið og ágangandi føroyskt lið við stinnum verjuparti.

Til tíðir var kanska ov nógv ferð á spælinum, og ein part fyrra helming av 2. hálvleiki var tað órútmiskt. Turið Arge Samuelsen spældi á vonginum í 1. hálvleiki  men á bakkinum eina løtu eftir steðgin. Hetta seinna eydnaðist ikki heilt - júst tá høvdu Føroyar trupulleikar at spæla seg í leysar støður, Turið varð ikki nóg væl spæld upp til skot, og samanlagt kostaðu mistøk í álopinum ov nógv.

Svøríki vildi sleppa í skjótálop, og eftir steðgin sat føroyska verjuspælið heldur ikki heilt nógv væl. Bjargingarnar, sum Annika Fríðheim Petersen, hevði í 1. hálvleiki vantaðu nú, men treytirnar vóru ikki tær bestu. Rakul Wardum fekk tó væl fatur á nøkrum skotum, tá hon kom inn í málið móti endanum. Tað at Svøríki skoraði fleiri mál í skjótálopum og í "fyrstu bylgjum" - oftast eftir føroysk mistøk - gjørdi sítt til, at dysturin koppaði til útiliðið.

Álopkenda 5-1 verjan við Janu fremst seinasta korterið ella so eydnaðist væl, og í fleiri førum fangaðu Føroyar bóltin og fóru avstað. Sjálv verjan stóð annars ikki eins væl, og saknur sá út til at vera í Pernille Brandenborg undir liðuni á Brynju Høj. Sterki strikuspælarin hevur altjóða hædd og sterkar "screeningar", og hendan vantaði eisini í álopsspælinum í fleiri førum.

Elsa Egholm spældi heldur ikki vegna ein snudd. Vónin er, at hon og Pernille fáa ein leiklut í morgin. Liðini hittast aftur á Skála leygardagin klokkan 16.

Tað var ein heldur rokutur dystur - ikki tí at spælið var hart ella útvísingarnar nógvar, men ferðing gjørdi, at tað tekniska ikki altíð fylgdi við. Føroyar gjørdu útvið 15 teknisk mistøk, og hetta er heldur nógv.

Svøríki hevði vunnið seg frammum. Í seinasta álopinum høvdu Føroyar bóltin og møguleikan at javna, men Brynhild Pálsdóttir rakti stongina í skotroynd av høgra vongi. H71 vongurin skoraði annars fýra mál uppá hini fimm skotini og spældi væl, tá hon kom inn. Bjørk Franksdóttir Joensen, undir liðuni á Brynhild, fekk eisini væl burturúr sínum samanløgdu 25 minuttum.

Føroyar og Svøríki B spæla á Skála í morgin, leygardagin 23. november. Spælararnir hjá Svøríki eru ikki millum tær, sum skulu umboða tjóðina til EM-endaspælið. Tað eru spælarar beint undir tí: Tær flestu spæla í bestu svensku deildini, tríggjar á liðnum spæla í bestu donsku deildini og ein er í bestu fronsku deildini.

Fyrri venjingardysturin undan EM-endaspælinum
Klaksvíkar Badmintonhøll, fríggjadagin 22. november
Føroyar - Svøríki B 27-28 (15-12)

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-5
20 min: 9-7
25 min: 13-8
30 min: 15-12
35 min: 17-14
40 min: 19-18
45 min: 20-20
50 min: 24-23
55 min: 25-26
60 min: 27-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 4
Jana Mittún 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 (2)
Lukka Arge 4 (3)
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Turið Arge Samuelsen 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjarta Johansen 1
Annika Fríðheim Petersen 1 (kastaði í tómt mál)

Upplegg (umframt vunnin brotskøst, sum síðani góvu mál): 
Jana Mittún 11
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Súna Krossteig Hansen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3

Bjargingar;
Annika Fríðheim Petersen: 8 bjargingar (spældi umleið 45 minuttir).
Rakul Wardum: 4 bjargingar (spældi umleið 15 minuttir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder