- Okkara álopsspæl blívur eitt sindur ov rótut. Eru heldur óavgjørdar í nøkrum støðum og tað kostar dýrt, tí Svøríki vil og dugir væl at koyra kontra. Tað iðra vit okkum um.
Soleiðis setur Claus Mogensen orð á, hvat serliga gekk galið eftir steðgin Klaksvík í gjárkvøldið, tá Svøríki fekk yvirvágina í fyrra EM fyrireikingardystinum og at enda vann 29-28. Tað er tó nógv jalig ting, sum liðið kann taka við sær, staðfesti danski høvuðsvenjarin hjá Føroyum:
- Eg eri sum heild ógvuliga væl nøgdur við fyrra hálvleik. Haldi vit spæla ein "gjøgnumførdan" og heilstoyptan hálvleik, har javnvágin er góð. Vit dekka væl upp og gera ikki so nógv mistøk. Vit hava altíð hugsavna okkum um og arbeitt við kontraspælinum, og tað eydnast ógvuliga væl. Álopskenda verjan, 5-1, við Janu fremst móti endanum av dystinum riggaði eisini væl – hóast vit ikki hava arbeitt so nógv við henni. Vit fáa stressa Svøríki tá aftur, og tað var jaligt at siggja. So nógv góð ting hóast vit iðra okkum um ikki at vinna – serliga tá vit vóru á odda so leingi.
Fyrri venjingardysturin undan EM-endaspælinum
Klaksvíkar Badmintonhøll, fríggjadagin 22. november
Føroyar - Svøríki B 27-28 (15-12)
Les meira um dystin og sí hagtøl HER
Portalurin fangaði Claus Mogensen á grøna hallargólvinum í Badmintonhøllini, har føroysku kvinnurnr høvdu úr at gera við at skirva autografar og taka myndir saman við spenta ungdóminum, sum stuðlaði so væl.
Venjaratoymi royndi nógv ymiskt í gjár - við millum annað 4-5 samansetingum í bakketuni - og hvørki Pernille Brandenborg (sjúka) ella Elsa Egholm (snuddur) spældu. Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy vórðu eisini spardar í løtum.
- Vit hava nakrar spælarar, sum vit skulu ansa eitt sindur eftir – spælarar sum skulu vera heilt til reiðar til EM. So vit "spardu" eitt sindur í løtum og skifti nógv út, í mun til hvat vit høvdu gjørt, um tað var ein dystur, ið telur. Fleiri gera tað væl í kvøld, men tað nógvu broytingarnar gera eisini, at rútman fer nakað av lagi í løtum.
- Tað eru eisini spælarar, sum als ikki spældu í dag – ella spældu heilt lítið – sum skulu royna seg í morgin. Og so vóna og vænta vit, at Pernille og Elsa eru so mikið væl fyri, at tær kunnu spæla ein leiklut.
Av teimum í EM-hópinum, sum telur 18 spælarar, vóru tað annars Lív Bentsdóttir Zachariasen og Rannvá Olsen, ið als ikki spældu. Marita Mortensen var bert inni til 2-3 álop.
Hoyr eisini:
Bjørk og Brynhild: - Stuttligt at spæla uttanfyri høvuðsstaðin og syngja tjóðsangin
Annika Fríðheim Petersen: - Villur og kontra kosta okkum
Sí eisini: Savnast um kvinnulandsliðið í Klaksvík
Venjarin sigur til endans, at sjálvandi spæla Føroyar fyri sigrinum á Skála: - Tað gera vit altíð, tá vit fara á vøllin. Vit spurdu hann um, hvussu tað hóskar at hitta Svøríki B. Liðið er samansett av spælarum sum ikki skuli við Svøríki til EM men til dagliga spæla í fremstu deildini í heimlandinum. Tríggjar spæla eisini í uppaftur sterkaru donsku deildini og tann eina í Fraklandi.
- Hetta er ein góð "matchning" hjá okkum. Talan er um spælarar, sum spæla á góðum stigi, og sum eru fysiskt ógvuliga væl fyri. Givið er, at hetta er eitt "deildarlandslið", ið ikki hevur vant so nógv saman. Men umleið helmingurin av liðnum kemur úr Sävehof, so nakrar kenna hvørja aðra heilt væl. Hetta svenska liðið hevur millum annað skjúttar við slíkum dygdum, sum vit koma at hitta í Basel. So hetta er ein hóskandi roynd.
Sävehof, sum Claus Mogensen nevnir, hevur vunnið svenska meistaraheitið trý ár á rað á kvinnusíðuni. Føroyar og Svøríki B spæla á Skála í dag klokkan 16. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar - dysturin kann síggjast á live.hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald