Seinasta vetur royndarvandi hann við B93 og Hillerød, sum bæði spæla í næstbestu donsku deildini. Hetta var eftir eitt ógvuliga gott ár við barndómsfelagnum B36, har Andrass Johansen var liðformaður í fleiri førum. Fjølbroytti miðvallarin fekk eisini sínar fyrstu A-landsdystir í 2023.
Í 2024 hevur Andrass verið skaðadarvaður, har serliga ein álvarsamur fótskaði hevur sett kílar í menningina í B36 og fyri nógvum A-landsdystum.
Andrass í evropeiskum dysti í fjør. Hann fekk ikki nakran evropeiskan dyst í 2024 vegna fótskaðan og spældi ikki millum síðstí apríl og mitt í august (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er hann aftur, og er ætlanin at byrja í nýggjum felagi í Danmark. Andrass Johansen var í einum felagi aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum og royndi seg fyrr í mánaðinum, men hesa vikuna hevur hann vant við Fremad Amager.
Havnarmaðurin váttar fyri Portalinum í dag, at felagið ynskir, at hann eisini royndarvenur næstu tvær vikurnar - til Fremad Amager fer í vetrarsteðg.
Talan er um eitt felag, har ógvuliga nógv rumbul hevur verið seinastu árini. Fleiri ferðir hevur fíggjarligt óføri verið. Nú roynir man at byggja upp av nýggjum á Amager, og møguliga verður Andrass Johansen partur av hesum.
23-ára gamli miðvallarin ger aftur greitt, at hann ongar ætlanir hevur um at spæla í Føroyum í 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald