Hondbóltur

Video: Rakul vil ikki rósa sær sjálvari

- Eg havi havt nógva sinnisliga venjing við Jens og hugsaði bara um mína uppgávu, tá tað annars gekst illa, sigur ungi málverjin. Rakul Wardum helt Føroyum inni í dystinum í 2. hálvleiki á Skála.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-23 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar taptu aftur móti Svøríki B, men tað høvdu verið fleiri enn tvey mál á muni, hevði tað ikki verið fyri fleiri stórbjargingum frá Rakul Wardum á Skála í dag.

Fyrra helming av 2. hálvleiki høvdu Føroyar ógvuliga tungt við at bróta svensku verjuna niður, ein rúgva av mistøkum vóru í spælinum, og tað eydnaðist bert at skora tvær ferðir uppá eitt korter. Tá var tað umráðandi, at Rakul hevði bjargingar - millum annað uppá frí skot. Hetta gjørdi, at svenska leiðslan ikki gjørdist so stór, at Føroyar ikki kundu fáa spenning í aftur. Tað gjørdist tætt móti endanum aftur.

Vit høvdu Rakul skrásetta til samanlagt 12 bjargingar, ið svarar til umleið triðingin av skotunum, sum hon fekk á seg. Harumframt var hon úti við stongina til fleiri skot, ið fóru útum málið og trýsti eisini skjúttar til at skjóta framvið ella uppum á nærskot. Málverjin, við uppruna í Kyndli, skoraði eisini sjálv. Hetta var, tá svenska málið stóð tómt í undirtali, og Rakul Wardum trygt sendi bóltin í hitt netið.

[object Object]
Rakul Wardum stórfegnast um eina stórbjarging (Mynd: Andrei Antal/Hondbóltssamband Føroya)

[object Object](Mynd: Andrei Antal/Hondbóltssamband Føroya)

Sí fleiri myndir frá dystinum

Ungi Ringkøbing-málverjin heldur, at hetta var góð venjing til fyrsta EM-dystin móti Sveis fríggjadagin, og at verjan í stóran mun var fín í dag.

- Tað vantar ofta "seinasta hondin" á í álopinum. Og fleiri mál koma ígjøgnum, tí tær revsa okkum við aðru bylgju, og vit eru ikki uppá pláss eftir mistøk har frammi. 

Rakul royndi tó bara at hugsavna seg um egna avrik. Í gjár spældi hon bert seinastu løtuna - Annika Fríðheim Petersen fekk tríggjar fjórðingar av dystinum í Klaksvík. Á Skála í dag stóð Rakul allan dystin, fyriuttan til tvey brotskøst sum Annika var inni til (hon bjargaði øðrum).

Sí eisini: Annika: Villur og kontra kosta okkum (Ljóð frá í gjár)

20-ára gamla havnarkvinnan staðfestir fyri Portalinum, at tað var umráðandi fyri sína rútmu at fáa so at siga fullan dyst í seinna fyrireikingardystinum undan EM-endaspælinum.

Sí alla samrøðuna við Rakul Wardum ovast

Seinni EM-fyrireikingardysturin 
Á Skála, leygardagin 23. november
Føroyar  - Svøríki B 26-28 (14-16)

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-7
15 min: 6-9
20 min: 9-11
25 min: 11-12
30 min: 14-16
35 min: 14-19
40 min: 14-21
45 min: 16-22
50 min: 19-23
55 min: 22-25
60 min: 26-28

Bjargingar:
Rakul Wardum: 12/39
Annika Fríðheim Petersen 1/2 (Bæði brotskøst)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder