Fótbóltur

Vilhelm og teir vunnu dramatiskan sigur á meistarunum

Magdeburg var annars á odda 27-23, tá fimm minuttir vóru eftir í Hannover, men so vendist alt, og "Die Recken" er heilt við í oddinum. Vilhelm Poulsen spældi sín leiklut - serliga í verjuni.

Vilhelm Poulsen er partur av liðnum, sum óvæntað er á 2. plássi í Bundesliguni eftir ellivu umfør.

Vilhelm Poulsen er partur av liðnum, sum óvæntað er á 2. plássi í Bundesliguni eftir ellivu umfør. "Die Recken" vendi øllum á høvdið seinastu løtuna í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-23 20:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

WAHNSINN

Unglaubliches Spiel! 

Soleiðis lýsa sosialu miðlarnir hjá "Die Recken" sigurin á meistarunum úr Magdeburg í kvøld. 

Og tað er ikki so løgið, tí Hannover-Burgdorf var aftanfyri við fýra málum, tá fimm minuttir og 50 sekund restaðu í men endaði kortini við at vinna.

23-27 varð broytt til 28-27. Hetta tí at verjan og málverjin hjá heimaliðnum stongdi, og at glið aftur kom á aftur við málskjóting. Serliga við mótálopum.

Sí dystargongd her

Júst sum seinasti minutturin byrjaði, skoraði Renars Uscins til 28-27. Málið hjá týska høgra bakkinum gjørdist avgerandi, og høllin í Hannover á gosi.

Vilhelm Poulsen spælir eisini høgri bakkur, og 25-ára gamli hoyvíkingurin spældi serliga nógv í 1. hávleiki. Hetta í verjuni har tað sum heild gekk væl. Í 2. hálvleiki spældi Vilhelm eina løtu báðar vegir.

Við flotta sigrinum er Hannover-Burgdorf framvegis javnsett í stigum við oddaliðið í Bundesliguni. Bæði Melsungen og Hannover-Burgdorf hava 18 stig fyri 11 dystir.

Støðan í Bundesliguni sæst her

[object Object]
Stór frøi á Vilhelmi (nr.9) og liðfeløgunum (Mynd: Die Recken)

Hákun West av Teigum og Fücshe Berlin kunnu vinna seg upp á 17 stig, um tað eydnast Fücshe at vinna favorittsigur móti Stuttgart í høvuðsstaðnum í morgin.

Flensburg-Handewitt er á 3. plássi við júst 17 stigum. Hetta er greitt eftir greiða sigurin á Lemgo í kvøld. Jóhan á Plógv Hansen brendi sítt einasta skot í dystinum. Høgri vongurin vann ein bólt í verjuni.

THW Kiel er á 6. plássi við 14 stigum. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ikki í sigrinum á Gummersbach í gjár, tí spælskiparin hevur nakað av trupulleikum við einum vødda í skotøkslini.

Støðan í Bundesliguni sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder