Annað

Styrkilyfting: Rógvi Sørensen vann steypakappingina

Tólv luttakarar lyftu seg í gjár til ikki færri enn 15 føroysk og 17 persónlig met.

Rógvi Sørensen fekk gull, Tordur Sigurðsson vann silvur, og Teitur K. Johansen vann bronsu

Rógvi Sørensen fekk gull, Tordur Sigurðsson vann silvur, og Teitur K. Johansen vann bronsu

2024-11-24 10:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga steypakappingin í styrkilyfting (powerlifting) fyri menn var í gjár í Burn í Berjabrekku í Havn.

Tólv luttakarar lyftu seg til ikki færri enn 15 føroysk og 17 persónlig met.

Samlaði vinnarin varð funnin út frá hægsta stigatalinum, har ið kropsvekt og lyftivekt verða sett í mun til hvørt annað.

Heiðursmerkjaplássini
Royndi styrkilyftarin Rógvi Sørensen fekk gullið um hálsin við 86,64 stigum og lyftunum 230 kilo í squat, 147,5 kilo í benchpress og 260 kilo í deadlift, íalt 637 kilo (3-dystur).

Rógvi er fluttur ein vektflokk upp og kappast nú í 93 kilo vektflokkinum.

Honum á baki komu Tordur Sigurðsson á øðrum plássi og vann silvur við 83,03 stigum og Teitur K. Johansen á triðja plássi og vann bronsu við 81,82 stigum. Lyftini hjá Tordi Sigurðssyni, sum luttekur í 83 kilo vektflokkinum, vóru 190-130-260, íalt 580 kilo.

Teitur K. Johansen, sum kappast í 105 kilo vektflokkinum, gjørdi eitt hol í sjógvin við FM fyrr í ár, og í gjár økti hann um sítt føroyska met í squat við 2,5 kilo til 250 kilo. Lyftini vóru 250-160-245, íalt 655 kilo.

15 føroysk met umframt persónlig met
Gull-vinnarin Rógvi Sørensen setti tvey føroysk met í 93 kilo vektflokkinum í opna bólkinum við 230 kilo squat og 260 kilo deadlift. Silvur-vinnarin Tordur Sigurðsson setti tvey føroysk met í masters-bólkinum (40-49 ár) við 190 kilo squat og 260 kilo deadlift. Bronsu-vinnarin Teitur Johansen setti eitt føroyskt met í 105 kilo vektflokkinum í opna bólkinum við 250 kilo squat.

17 ára gamli Sakaris Markus Jacobsen setti trý føroysk met í junior-yngri bólkinum (U18) í 74 kilo vektflokkinum við 105 kilo squat, 85 kilo benchpress og 157,5 kilo deadlift, íalt 347,5 kilo ella 51,59 stig.

Ein annar 17 ára gamal lyftari, Mathias Mikkelsen setti eitt føroyst met í junior-yngri bólkinum í 83 kilo vektflokkinum við 105 kilo benchpress. 16 ára gamli Dávid Persson Højgaard setti eitt føroyskt met í junior-yngri bólkinum í 93 kilo vektflokkinum við 107,5 kilo benchpress. Í junior-eldri bólkinum (U23) setti Sofus B. Jakobsen eitt føroyskt met í bonkpress við 132,5 kilo.

Harumframt settu Rógvi Sørensen, Teitur K. Johansen, Sakarias Markus Jacobsen og Tordur Sigurðsson met í 3-dyst, sum er tær tríggjar greinarnar íalt, tvs squat + benchpress + deadlift.

Nakrir av lyftarunum í gjár vóru úr Eysturoynni og Norðoyggjum, har ið feløg eru í ferð við at verða stovna. Fimm av lyftarunum luttóku í gjár í kapping fyri fyrstu fyrstu ferð, og blandið í aldri og vektflokkum var gott.

Føroya Styrkisamband

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder