EM-fyrireikingardystur nummar tvey móti teimum næstbestu hjá Svøríki í gjár og frídagur hjá føroysku kvinnunum í dag.
Hoyr Súnu Krossteig Hanesen seta orð á hetta og á sína støðu eftir skaðan í fótinum - og hvussu 24-ára gamli bakspælarin fekk skaðan á serligan hátt fyri umleið tveimum mánaðum síðani. Tað var sum so ikki til hondbóltsvenjing ella dyst.
Súna Krossteig Hansen kom inn eftir nakrar minuttir og var við at fáa lív í føroyska álopsspælið í fyrra hálvleiki: Hetta við beinleiðis spæli, fintum, trimum málum og nøkrum uppleggum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini aðrar samrøður av Skála:
Rakul vil ikki rósa sær sjálvari
Lív Poulsen: - Skunda okkum ov nógv í løtum
Seinni EM-fyrireikingardysturin
Á Skála í gjár, leygardagin 23. november
Føroyar - Svøríki B 26-28 (14-16)
Les meira um upplivingina av fyrireikingardystunum her: - Ov stór sveiggj í spælinum móti Svøríki
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 1/2 (Bæði brotskøst)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald