Hondbóltur

Óhapp undir upptøku av lýsingafilmi kundi kostað Súnu EM

(Video) - Eg beklaði bara av mær sjálvari, tá eg hevði spælt bóltin víðari undir upptøkunum. Ikki pent og eitt sindur flovisligt sigur Súna Krossteig Hansen flennandi og fegnast um, at uppvenjingin við fótinum hevur verið góð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-24 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku kom ein ógvuliga flottur lýsingafilmur út, sum Føroya Banki og Hondbóltssamband Føroya høvdu gjørt við kvinnulandsliðnum í sambandi við, at EM-endaspælið nærkast.

Móti endanum av filminum síggjast upptøkur úr Gundadalshøllini har føroyska liðið koyrir eitt álop, sum endar við, at Jana Mittún sendir bóltin í netið.

Stutt áðrenn hevði Súna Krossteig Hansen "krossa" til Turið Arge Samuelsen, og um man hyggur væl aftur, so sæst at nummar 10 fer um koll, beint eftir at hon spælir bóltin víðari.

[object Object](Skíggjamynd)

[object Object](Skíggjamynd)

[object Object]
Her sæst tað - fryst og "zooma inn" - tá Súna Krossteig Hansen beklar

Sum hon greiddi Portalinum frá eftir seinna EM-fyrireikingardystin móti Svøríki í gjár, so var tað "av sær sjálvari".

- Óheppið, ikki serliga pent og eitt sindur flovisligt, sigur 24-ára gamla havnarkvinnan, sum nú kann flenna eftir tí.

- Tíbetur hevur tað gingið ordliga væl við uppvenjingini og eg eri til reiðar til EM, sigur Súna, ið kann gerast lyklaspælari hjá Føroyum í Sveis.

Hoyr eisini Súnu K. Hansen seta orð á skaðastøðu sína annars, og hvat man hevur fingið burturúr dystunum móti Svøríki her: 
- Vit læra nógv av hesum dystinum

Í dag, sunnudagin, hava Súna Hansen og hinar ein fridag eftir eina inntensa viku við nógvum venjing, fundum, vitjanum og so tveimum dystum móti Svøríki B, ið Føroyar taptu við einum máli og tveimum málum.

Í morgin eru vitjan og venjing á skránni á Giljanesi - og síðani venjing í Kollafirði.

Sí allan lýsingarfilmin her: 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder