Hondbóltur

Myndir: Seinasta venjingin áðrenn fráferð til Sveis

EM-hópurin er nú liðugur við fyrireikingarnar í Føroyum. Mikumorgunin verður kósin sett móti Sveis.

Claus Mogensen vísir spælarunum, hvør ætlanin er (Mynd: Sverri Egholm)

Claus Mogensen vísir spælarunum, hvør ætlanin er (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-26 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eftir mental venjing við Jens á Skipagøtu, sum eisini er málverjuvenjari, varð farið í gongd at venja í Høllini á Hálsi.

Føroyska liðið arbeiddi í dag leingi við verjuspælinum og serliga álopskendu 5-1 verjuna, har Jana Mittún er fremst og órógvar spælið hjá mótsstøðuliðnum.

Hetta verður helst eitt vápn móti Sveis og møguliga okkurt av hinum liðunum í Basel.

Síðani varð farið í gongd við álopsspælið, har Claus Mogensen og Simon Olsen vildu venja yvirtalsspæl: 7 móti 6. Móti endanum var dystur á fullum vølli.

Bjørk Franksdóttir Joensen vandi ikki saman við hinum í dag.

Spælararnir hava nú eti døgurða saman, og so verður hvíld heima restina av degnum. Í morginárini, mikudagin, verður flogið beinleiðis til Basel saman við nógvum føroyskum fejpparum.

Sí eisini: Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar í Basel

Fyrsta uppgávan í endaspælinum verður móti sveisisku vertunum fríggjadagin klokkan 17 føroyska tíð. Portalurin verður við til EM.

Sí myndir sum Sverri Egholm tók í Høllini á Hálsi seint fyrrapartin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder