Basel, Sveis (Portalurin): Í gjár kom føroyski EM-hópurin til triðstørsta sveisiska býin. Aðalroyndin í einum A-endaspæli hjá kvinnum nærkast av álvara, men tað verður ikki 28. november, á fyrsta EM-degnum, at Føroyar sleppa framat.
Tær skulu venja í dystarhøllini um middagsleitið lokala tíð. Seinni í kvøld verða tveir dystir í St. Jakobehalle. Teir eru í hinum bólkinum, sum er staðsettir í Basel.
Spælt verður eisini í hinum báðum vertslondunum: Ungarn (Debrecen) og Innsbruck (Eysturríki). Tríggir av teimum seks bólkunum fara í gongd.
Tað verður í annaðkvøld, at stóra leikhøllin í Basel helst fer at kóka. Pláss er fyri umleið 7.000 áskoðarum til endaspælsdystirnar har, og nógvir sveisarar vera helst til dystin í morgin, fríggjadagin 29. november (kl. 17), tá man fer eftir fyrsta endaspælssigrinum nakrantíð á kvinnusíðuni.
Sí eisini: Vænta umleið 400 føroyskir fjepparar í Basel
Sí eisini: Jana: Hugsavna okkum um uppgávuna - vóna at áskoðarnir fara at hugna sær
Tað gera tær í føroysku leguni eisini. Nakrir hundrað føroyskir útiáskoðarar fara í annaðkvøld at gera sítt, meðan føroysku kvinnurnar skulu bjóða vertunum "til dans". Væntað verður at Sveis er besta vónin at fáa søgulig(t) stig í 2024.
Sí eisini: Á gáttini til nýtt ævintýr
Føroysku kvinnurnar og føroysku áskoðarnir komu til Basel í gjár
Savnsmynd: Sverri Egholm
I dag skulu ungarsku vertirnir leggja fyri í Debrecen móti Turkalandi, sum eins og Føroyar er við til endaspæl á kvinusíðuni fyrsta sinni. Svøríki, ið vann okkara undanbólk, spælir eisini í Ungarn í kvøld.
Noreg skal royna at verja EM-gullið uttan Noru Mørk (við barn) og Stinu Bredal Oftedal (givin) - Eysturríki spælir frammanundan á sínum heimagólvi. Her í Basel kunnu millum annað fronsku heimsmeistararnir síggjast.
EM hjá kvinnum, november-desember 2024
Í dag, fríggjadagin 28.11
Bólkur A (Debrecen)
17.00: Ungarn - Turkaland
19.30: Svøríki - Norðurmakedónia
Bólkur C (Basel)
17.00: Spania - Portugal
19.30: Frakland - Pólland
Bólkur E
17.00: Eysturríki - Slovakia
19.30: Noreg - Slovenia
Í morgin
Bólkur B (Debrecen):
17.00: Rumenia - Kekkia
19.30: Montenegro - Serbia
Bólkur D:
17.00: Sveis - Føroyar
19.30: Danmark - Kroatia
Bólkur F:
17.00: Niðurlond - Ísland
19.30: Týskland - Ukraina
Allar tíðirnar eru føroyskar
Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina
Les eisini: Miðalaldurin hjá Føroyum er beint omanfyri 23
Hoyr eisini (ljóð):
Fótbóltsspælarar og familja í Sveis og stuðla føroyska EM-liðnum
Beinta tekur sær av vøddunum og menniskjanum
Meira úr føroysku leguni seinni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald