Sarah Mahfoud úr Vestmanna hevur ikki valt ta løttu leiðina aftur á boksitrónuna eftir HM ósigurin í Las Vegas fyrr í ár. Fyrrverandi heimsmeistarin fer fríggjakvøldið at stríðast um altjóða heitið hjá WBO í fjøðurvekt móti einum øðrum fyrrverandi heimsmeistara, Danilu Ramos úr Brasil.
Tær liggja ávikavist sum fyrsti og annar avbjóðari á styrkilistanum at bjóða sitandi WBO heimsmeistaranum, Amandu Serrano av.
Danila Ramos boksaði í fjør ein søguligan HM dyst móti júst Amandu Serrano. Hon hevur boksað 16 dystir sum professionell og vunnið 13 og tapt tríggjar.
Sarah Mahfoud
- Tað er ein ógvuliga sterk mótstøða at skula boksa ímóti í fyrsta dystinum eftir HM ósigurin í Las Vegas. Vit liggja nummar 1 og 2 á heimsstyrkilistanum. Et veit, at hon er hørð, sterk og tekniskt dugnalig. Eg eri vís í, at tað verður hart – men eisini ein góður dystur, so eg gleði meg at hitta hana í ringinum, sigur Sarah Mahfoud.
Tað er rættiliga óvanligt, at ein boksari, ið nýliga hevur tapt HM-dyst, framvegis liggur sum fyrsti avbjóðari. Vanliga plaga boksarar at royna seg móti bleytari mótstøðu áðrenn teir venda aftur til ein HM-dyst, men tað ynskir Sarah Mahfoud ikki.
- Eg havi ikki hug til at møta eini mótstøðu, har tað verður væntað av mær, at eg vinni. Már dámar hesar dystirnar, har eg hitti tær sterkastu, so eg kann prógva, at mítt pláss er í toppinum. Eg haldi tað er stuttligari at hitta sterkari mótstøðu og vóni at hetta kann lyfta kvinnuboksing. Og so vil eg eisini geva áskoðarunum ein góðan dyst, sigur hon undan dystinum.
Sarah Mahfoud var heimsmeistari hjá IBF frá 2020 til 2022, og roynir nú eftir einum nýggjum heiti í einum av stóru HM-sambondunum. Amanda Serrano hevur sitið tungt á hesum vektflokkinum seinastu árini.
Støðan júst nú er, at Amanda Serrano úr Puerto Rico er heimsmeistari hjá WBA og WBO meðan Skye Nicolson úr Avstralia hevur WBC-heitið, meðan Nina Meinke úr Týsklandi situr á IFB-heitinum.
Seinnapartin í dag hittast Sarah Mafoud og Danila Ramus á Cobenhagen Cabinn fyri at vigast. Tær hittast til dyst í annaðkvøld í Frederiksberg Hallerne, har Bettina Palle hátíðarheldur síni 25 ár sum boksifyriskipari við 10 boksidystum tilsamans.
Stroymingartænastan Pluto TV sendir dystirnar.
Danila Ramos
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald