Basel, Sveis (Portalurin): Um eitt stórt samdøgur stendur slagið við Sveis, og Føroyar hava nú havt sína seinastu venjing undan søguliga dystinum.
EM-endaspælið fer í gongd í kvøld, og í morgin byrjar bólkurin hjá Føroyum.
Sveis er ein av trimum vertstjóðum, og hetta má metast at vera liðið, sum føroysku kvinnurnar á pappírinum hava best møguleika at spæla upp ímóti /fáa stig ímóti í kappingini.
Sí eisini: Vilja vísa at tað ber til
Pláss er fyri umleið 7.000 áskoðarum í St. Jakobshalle, har Danmark og Kroatia (okkara bólkur), umframt Spania, Portugal, Pólland og Frakland eisini fara at spæla bólkaspælsdystir.
Føroysku áskoðarnir vera greitt við undirlutan í tali í morgin, men tey umleið 400 fara heilt víst at gera sítt í tí eina horninum av stóru høllini.
Sí eisini:
Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar
Á gáttini til nýtt ævintýr
Fótbóltssapælarar og familja í Sveis og stuðla EM-liðnum
Allar 18 í hópinum vandu í dag. Tvær teirra vera ikki á dómaraseðlanum til dystin í morgin. Arbeitt varð nógv við verjuspælinum.
Sí nakrar myndir frá venjing niðanfyri bjálkan
Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina - ella niðast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald