Hondbóltstúrurin til Amsterdam, sum Eventz Føroyar setti til sølu týsdagin varð seldur áðrenn eitt samdøgur var farið.
Og so mikið stórur áhugi er fyri at sleppa við, at tað nú verður gjørdur ein túrur afturat. Hesum boðar Rúni Djurhuus, sum rekur Eventz Føroyar, frá.
- Tað letur til at Føroyar eru uppi at koyra við hondbólti og at tað er ein øgiligur hondbóltsfepur aftaná endaspæið í Berlin í januarmánað, og tað heldur fram, nú kvinnurnar spæla endaspæl í Basel, sigur Rúni Djurhuus.
Tvey flogfør fara at flúgva føroyingar úr Vágum til Amsterdam at hyggja eftir hondbólti í mars (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrri túrurin er frá 14. til 17. mars, meðan hesi seinni túrurin er frá 13. mars til 17. mars.
Tað sum alt snýr seg um - hondbóltsdysturin millum Niðurlond og Føroyar - verður 16. mars.
Meira sæst á eventz.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald