9. umfar í bólkaspælinum í Champions League varð spælt í gjárkvøldið. Frammanundan hevði Hákun West av Teigum bert havt veruligan leiklut í tí eina av dystinum (úti móti Fredericia). Føroyski høgri vongurin er fastur maður í Bundesliguni, og nú Tobias Reichmann ikki var tøkur, spældi Hákun fullan dyst í álopinum í París.
Hetta gekst til tíðir heilt væl. Hákun West av Teigum skeyt fimm mál - eitt av teimum sæst tíðliga í videobrotinum omanfyri. Nummar 34 úr Hoyvík var triðbesti málskjútti hjá Fücshe Berlin.
Tað var serliga Lasse Andersson, sum gekk á odda hesum viðvíkjandi: Danin skoraði heili 13 mál. Bakspælarin við rakettskotinum hevði 14 skot.
Hákun brendi trý skot móti Andreas Palicka/Jannick Green, og harvið var hansara prosenttal í París 62,5 - nakað lægri enn hann plagar at krevja av sær sjálvum. Tó var tað heilt víst gott hjá Hákuni av Teigum at spæla slíkan dyst og at fáa gjørt mun.
Útiliðið var á odda við einum máli (18-19) í steðginum í málríka dystinum. Fücshe fór so líðandi frá og vann 37-34.
Harvið hevur týska høvuðsstaðarliðið 10 stig og er á 4. plássi í bólkinum við átta liðum. Topp 6 gevur áttandapartsfinalu (play-off), og seks stig eru niður til 7. pláss, nú fimm umfør eru eftir. Harvið er millum lítil og ongan ivi um, at Fücshe Berlin fer at spæla seg víðari úr bólkinum.
Undan uppgerðini í 10. umfari móti Sporting CP hósdagin 5. desember, skulu Hákun og Fücshe spæla grannauppgerð í Bundesliguni móti uppflytarunum Potsdam sunnudagin 1. desember. Fücshe er á 4. plássi men bert eitt stig frá 1. plássinum.
Sí eisini: Hákun og Fücshe Berlin bjóða av í oddinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald