Basel, Sveis (Portalurin): Í januar spældi manslandsliðið sínar fyrstu endaspælsdystir í Berlin. Nú fáa føroysku kvinnurnar sín elddóp í einum endaspæli.
Tað er eisini talan um EM. At 24 lond nú eru við gjørdi, at Føroyar komu í endaspælið sum ein av teimum fýra bestu trý'arunum í undankappingini. Soleiðis var eisini hjá monnum.
Sí eisini - samrøður:
Turið Arge Samuelsen hevði ikki torað at droymt um hetta
Maria Pálsdóttir Nólsoy: - Enn ikki heilt skilt at vit eru til EM
Jana Mittún: - Hugsavna okkum um uppgávuna
Nú snýr tað um at gera vart við seg í Sveis og royna at spæla við um stig - kanska serliga í kvøld. Tað er eisini ein umráðandi varði á vegnum, og hjá einum ungum liði kunnu hesir næstu dagarnir geva virðismiklar royndir til framtíðina.
Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina
Miðalaldurin hjá Føroyum er beint omanfyri 23 - eftir øllum at døma lægst í kappingini
Sí eisini: Vilja vísa at tað ber til
Sveis var við til sítt fyrsta endaspæl á kvinnusíðuni fyri tveimum árum síðani. Menningin er eisini týðilig har, men nú er nakað av trýsti á Sveis: Á heimavølli móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum.
Føroysku fjeppararnir í Basel fara at hita upp tætt við høllina seinnapartin og fara sjálvandi at royna at gera sítt. Stórur spenningur er undan uppgerðini í St. Jakobshalle, sum byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Stóra St. Jakobshalle sum er tætt við har flestu føroyingarnir búgva í Basel
Sí eisini:
Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar
Á gáttini til nýtt ævintýr
Fótbóltssapælarar og familja í Sveis og stuðla EM-liðnum
Portalurin er á staðnum og hevur ymiskt tilfar, sum dagurin gongur. Seinnapartin lata vit upp fyri okkara beinleiðis bloggi, sum verður frá einaferð undir upphitingini til eftir dystin. Har fara vit at lýsa støðuna í Sveis við serliga myndum og teksti. Aftaná dystin taka vit samanum við tí sama, umframt samrøðum.
Kringvarpið vísir dystin og byrjar at senda klokkan 16.15.
Taktisku fyrireikingarnar eru so at siga av (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Stórir dreymar í stóru sveisisku høllini (Myndir)
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11
17.00: Sveis - Føroyar
(19.30): Danmark - Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald