Hondbóltur

KÍF og VÍF eru í hálvfinalunum

Hetta er greitt eftir sigurin hjá KÍF á Neistanum á Hálsi í gjárkvøldið.

Karstin í Húsunum skoraði fýra mál í fimm-máls sigrinum hjá KÍF á Hálsi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Karstin í Húsunum skoraði fýra mál í fimm-máls sigrinum hjá KÍF á Hálsi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-29 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein útsettur dystur í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum varð spældur í gjárkvøldið. Hann var á Hálsi, har Neistin tók ímóti KÍF til lykladyst.

Neistin tapti fyri VÍF í 1. umfari í bólkaspælinum, meðan KÍF vann á H71 2. Vestmenningar gjørdu eisini sítt í Hoyvík í síðstu viku, og harvið noyddist Neistin at fáa stig.

Tað eydnaðist ikki. Heimaliðið var aftanfyri 13-15 í steðginum men hekk í, til níggju minuttir restaðu í. Tá var pluss eitt til KÍF, sum síðani av álvara fór frá. Við sterkum verjuspæli og fimm málum á rað næstu minuttirnar avgjørdu teir í reyðum dystin.

Dystargongd og dómaraseðil síggjast her

Størsta ljóspunktið hjá Neistanum var U19-landsliðsspælarin Lýðar í Dímun, sum skeyt 7 mál og varð javnsettur toppskjútti í dystinum.

Tað endaði 25-30 á Hálsi, og harvið skulu KÍF og VÍF spæla hálvfinalur í 2025. 11. desember í Vestmanna verður avgjørt, hvør tekur 1. plássið í bólki 1. Tann dagin verður hel eisini avgjørt, hvussu hin bólkurin endar

[object Object]
Støðan í bólkinum eftir tvey umfør - tvey tey ovastu koma víðari (Skýggjamynd: HSF)

Faxe Kondi kappingin menn - bólkur 1
2. umfar, hósdagin 28. november
Neistin - KÍF 25-30 (13-15)

Toppskjúttar: 
Lýðar í Dímun (Neistin) 7 mál, Mikkel Vinther (KÍF) 7 mál

Dystargongd og dómaraseðil síggjast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder