Fótbóltur

Simon Olsen: - Skulu stýra spælinum og síggja góðu støðurnar

Føroyska liðið í Sveis er sett. Elsa Egholm er nóg birg at byrja og fær stóran leiklur - Lív Zachariasen og Bjørk Joensen eru ikki við í dystarhópinum. Hjálparvenjarin setur her orð á dystarætlanina.

Elsa Egholm (t.v) og Lív Bentsdóttir Zachariassen (t.h.) spæla báðar á høgri bakki, hóast tær kasta við høgru hond, og eru báðar hoyvíkskvinnurnar sterkar í verjuspælinum. Elsa byrjar í dag, meðan Lív fer at sita á áskoðaraplássunum (Mynd: Sverri Egholm

Elsa Egholm (t.v) og Lív Bentsdóttir Zachariassen (t.h.) spæla báðar á høgri bakki, hóast tær kasta við høgru hond, og eru báðar hoyvíkskvinnurnar sterkar í verjuspælinum. Elsa byrjar í dag, meðan Lív fer at sita á áskoðaraplássunum (Mynd: Sverri Egholm

2024-11-29 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder


Føroyska byrjanaruppstillingin í fyrsta EM-dystinum: 
Annika Fríðheim Petersen (málverji) – Turið Arge Samuelsen, Súna Krossteig Hansen, Jana Mittún, Elsa Egholm, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen – Pernille Brandenborg, liðskipari, á strikuni.
Brynja Høj kemur inn fyri Súnu/Janu, tá Føroyar verja

Rakul Wardum er eykamálverji. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Rannvá Olsen (báðar vinstru) og Brynhild Pálsdóttir(høgri) eru vengurnir, sum byrja á bonkinum. Bjarta Johansen er eyka strikuspælari og skal helst avloysa Pernille í løtum. Marita Mortensen er størsta skothóttanin útifrá, Lukka Arge kann eisini, men er serliga ætlað til onkrar verjustøður og brotskøst.

Sí eisini: Føroysku áskoðarnir geva okkum nakað, og vit skulu brúka tað

So er tað Maria Pálsdóttir Nólsoy. Tað er kanska størsta bilsni, at ungi bakspælarin byrjar á bonkinum, men hon skal helst skiftast við til dømis Súnu Krossteig Hansen gjøgnum dystin. Elsa Egholm, ið var darvað av baklærinum í síðstu viku og tí ikki spældi venjingardystirnar, er vald frammum. Serliga tí hon er so dugnaligur verjuspælari á bakkinum. 

[object Object]Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina

Miðalaldurin hjá Føroyum er beint omanfyri 23 - eftir øllum at døma lægst í kappingini

Sí eisini: Vilja vísa at tað ber til

16 pláss eru á dómaraseðlanum, og 18 spælarar eru í hópinum til fyrsta dystin. Lív Bentsdóttir Zachariasen og Bjørk Franksdóttir Joensen sita uttanfyri til dystin í kvøld. Báðar eru bakspælarar.

Simon Olsen, hjálparvenjari, sigur við føroysku miðlarnar, at hugt verður eftir hvørjum, men hevur tørv á til hvønn einstakan dyst her.

- Vit hava ymiskar raðfestingar, í mun til hóp, til hvønn dyst. Hetta er so bara tann fyrsti, og tað verður nakað øðrvísi til hinar báðar dystirnar í bólkaspælinum.

[object Object]
Simon Olsen greiðir frá ætlanunum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir úr hølluni her

Í mun til dystarætlan, og hvat Føroyar leggja dent á, so sigur Simon Olsen soleiðis: 

Um kontra-retur spælið og tí at stýra spælinum

- Vit skulu stýra spælinum millum "feltini". Sveis er sterkt uppá kontra, so tað skulu vit tálma. Vilja hinvegin sjálvi gagnnýta kontraspælið og fáa nøkur av teimum "løttu málunum"

Um ætlanina í føroyska álopsspælinum:

- Annars skulu spælararnir vera dugnaligar til at síggja, nær góðu støðurnar eru. Vit skulu byggja tingini "grundigt" upp. Trúgvi uppá at vit kunnu skapa nógvar góðar møguleikar í millum annað okkara ein móti einum-spæli. So verður tað sjálvandi ein lykil at skora uppá tær støðurnar

Um verjuspælið og størstu hóttarnir hjá Sveis:

- Í verjuni so snýr tað seg serliga um at steðga teirra strikuspæli og at spæla væl í "2v2", tá Sveis roynir at spæla strikuna. Tabea Schmid er jú ógvuliga sterk. Vit skulu eisini syrgja fyri, at møguleikarnir til teirra vengur ikki verða ov stórir – at skotini vera spísk. Tær eru eisini dugnaligar.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11
17.00: Sveis  - Føroyar

Portalurin er á staðnum og hevur beinleiðis blogg við millum annað myndum í tímunum upp til dystin og undir sjálvum søguliga dystinum. Kringvarpið vísir dystin

Les eisini: Søguligur føroyskur hondbóltsdagur í Sveis

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder