Hann eigur ein gullskógv fyri at gerast toppskjútti í 2011 og fimm steypagull. Í ár hevði Finnur Justinussen stóran leiklut í FM-heitinum hjá Víkingi - nummar tvey sum hann hevur verið við at vunnið fyri barndómsfelagi.
Finnur Justinussen hevur bert umboðað GÍ og Víking í Føroyum. Eftir flotta árið í 2011 skifti syðrgøtumaðurin til Jonköbing Södra í næstbestu svensku deildini. Tað var tó í næstbestu donsku deildini seks ár seinni, at Finnur Justinussen veruliga gjørdi vart við seg. Hann skoraði 22 mál í 32 landskappingardystum fyri Næstved og var á heysti 2018 toppskjútti í 1. Division.
Góðar tíðir í Næstved.
Álvarsamur skaði í 2021...
Men nummar 17 kom aftur, sum man kennir hann (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hvør sínumegin hetta væleydnaða uppihaldið í Næstved spældi Finnur við Framad Amager og ÍF Føroyar eitt stutt skifti. Hann kom aftur til Føroyar í 2020 og fór beint aftur at skjóta mál í Betrideildini. Ein krossbandsskaði tíðliga í 2021 setti fótbóltsleiðina í vanda, men Finnur spældi í 2022 leiklut í steypagulli og silvurið í Betrideildini.
Í ár hevur nú 35-ára gamli áleyparin skorað 11 mál í samanlagt 33 dystum, sambært FaroeSoccer. Snildi og hartarbeiðandi gøtumaðurin byrjaði kappingarárið ógvuliga væl, og hansara 10 mál hava gjørt sítt til í gullárinum í Sarpugerði. Eisini skoraði Finnur Justinussen sítt triðja evropeiska mál í 2-0 sigrinum á Liepaja, tá Víkingur spældi seg víðari í 1. umfari í Conference League.
Nú takkar áleyparin, sum eisini spældi 6 A-landsdystir, fyri seg á hægsta stigi í Føroyum.
Víkingur skrivar soleiðis á síðu sínari í dag:
Eftir 14 kappingarár og 155 mál fyri besta liðið hjá GÍ/Víkingi, og eitt tíðarskeið uttanlands, hevur Finnur Justinussen valt at takka fyri seg á hægsta stigið.
- Mín fótbóltsleið hevur ført meg eitt sindur runt, tað hevur verið spennandi og mennandi, men tað er í Víkingi at mítt fótbóltsheim hevur verið.
- Eg vil fegin senda eina stóra tøkk til øll í Víkingi. Takk fyri allan stuðul og nógv góð minnir, sum eg og familjan hava fingið ígjøgnum árini. Takk til fyrrverandi venjarar og viðleikarar, sum hava ein stóran lut í míni fótbóltsleið.
- Ein serlig tøkk fer til alt toymi rundan um besta liðið og ikki minst, mínir fantastisku viðleikarar. Takk fyri óteljandi tímar á- og uttanfyri vøllin. Tað hevur verið strævið viðhvørt, men bara at vera saman við tykkum, ger alt lættari og stuttligari. Hetta er nakað, eg fari at sakna í gerandisdegnum.
Hóast gaggurnar eru settar á hillina, verið eg ein partur Víkingi á ein annan hátt.
Finnur hevur verið við til at vinna fimm steypagull, og hevði ein lítlan leiklut til FM í 2016, og tí kann sigast at hann endar á toppinum við einum FM heiti aftrat.
Tað er við sorgblídni at vit takka Finni fyri tíðina, tó at vit gleðast um, at hann framhaldandi kemur at hava ein leiklut í felagnum
Serliga koma vit at minnast hann fyri hansara grótharða arbeiðsinnsats, øll málini og so hansara skemtiliga lyndi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald