Hondbóltur

Video: - Noyðast at spæla væl í 60 minuttir

Og fyrri hálvleikur í dag kostar, tí vit fáa ikki álopi at koyra, staðfestir Rakul Wardum eftir 28-25 taptið. Málverjin stórspældi í seinna hálvleiki: - Havi altíð dámt væl nærskot, staðfestir havnarkvinnan smílandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-29 20:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina brotskastsbjarging í fyrra hálvleiki, eina í 2. hálvleiki og so sjey aðrar bjaringar, sum vóru við at fáa spenning í dystin aftur. Nakrar av teimum vóru eisini klassabjargingar.

Rakul Wardum fekk heldur ikki dylt eftir dystin, at hon var errin, men 22-ára gamli málverjin úr danska Ringkøbing, við uppruna úr Kyndli, segði, at tað vóru ógvuliga blandaðar kenslur.

- Kenna ikki at tær eru so nógv betri, men vit gera ov nógv mistøk. Veit ikki heilt hví men kanska eru tað nýggju umstøðurnar...men tað er í øllum førum ikki nóg gott, so tað er "ambivalant".

Hoyr samrøðu við føroyska málverjan, sum stóð við 40 prosentum, ovast.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11
Sveis  - Føroyar 28-25 (13-7)

Dystargongdin: 
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 minuttir: 28-25

Les eisini: Mongu mistøkini kostaðu dýrt

Føroyskir málskjúttaar:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 7 (2)
Lukka Arge (2)
Turið Arge Samuelsen 2 mál
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Bjarta Johansen 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Súna Krossteig Hansen 1

Bjargingar: 
Annika Fríðheim Petersen: 9/23 (39 prosent) 
Rakul Wardum 8/20 (40 prosent)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder