Basel, Sveis (Portalurin): Stórtap lá í luftuni tíðliga í seinna hálvleiki, men uppá 21 minuttir vendu Føroyar tí frá minus 10 til minus 1. Eitt prógv um hvussu skjótt tað kann ganga í hondbólti men eisini eitt greitt tekin um, at um Føroyar bara spældu nakað betri í álopspartinum í 1. hálvleiki og gjørdu færri mistøk, so høvdu EM-stig kanska verið á kontuni nú.
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11 í St. Jakobshalle
Sveis - Føroyar 28-25 (13-7)
Dystargongdin:
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 minuttir: 28-25
Sí eisini: Mongu mistøkini fyrstu 35 minuttirnar kostaðu dýrt
Video:
Jana Mittún: - Hyggi eftir máltalvuni og so er brádliga eitt mál á muni
Pernille Brandenborg: - Vit tapa móti okkum sjálvum
Rakul Wardum: - Noyðast at spæla væl í 60 minuttir
Hetta var fyrsti endaspælsdystur hjá føroysku kvinnunum nakrantíð og fyrsti endaspælssigurin hjá sveisisku kvinnum nakrantíð.
Ovast síggjast nøkur hæddarpunkt frá dystinum - á tríggjar minuttir - sum EHF hevur sett saman.
Niðanfyri síggjast hæddarpunkt frá hinum dystinum í bólkinum. Hann var í somu høll stutt seinni. Danmark vann sannførandi á Kroatia. Stórfavorittarnir vóru á odda við trimum málum í steðginum og fóru skjótt frá í 2. hálvleiki.
Danmark vann 34-26. Í morgin, sunnudagin, skulu Føroyar royna at knógva Kroatia. Hetta verður klokkan 14.30 føroyska tíð.
Trý umfør eru - tvey tey fremstu liðini koma víðari úr bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald