Fótbóltur

Fótbóltsbókin aftur á gøtuni

Bókin viðger Betri-deildina hjá monnum og kvinnum, eins og profilar og stjørnuskot verða lýst hjá hvørjum einstøkum felag.

2024-11-30 15:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og tey seinastu nógvu árini gevur Miðlahúsið út árbók, sum skjalfestir kappingarárið í fótbólti. Bókin viðger Betri-deildina hjá monnum og kvinnum, eins og profilar og stjørnuskot verða lýst hjá hvørjum einstøkum felag.

Áður hevur tað verið soleiðis, profilar og stjørnuskot bert hava verið lýstir á mannfólkasíðuni, men í ár vera profilar og stjørnuskot útnevnd á øllum kvinnuliðunum eisini.

Í ár var tað Víkingur, sum vann FM-heitið á mannfólkasíðuni, meðan NSÍ ikki gjørdi mætari enn at vinna greipuna á kvinnusíðuni fyri fyrstu ferð nakrantíð í søgu felagsins.

Steypakappingina hjá monnum vann HB – hetta var steypasigur nummar 30 hjá mest vinnandi liðnum í føroyskum fótbólti.

Afturat tí er ein rundferð á skránni, har feløgini, sum eru uttan fyri tí bestu føroysku deildina, eru umrødd.

Harafturat er drúgv viðgerð av landsliðsárunum hjá monnum og kvinnum – bæði, tá talan er um vaksnamannalandslið, og eisini um ungdómslandslið.

Til seinast vera avrikini hjá føroysku feløgunum í altjóða fótbólti eisini skjalfest. Í ár var einki føroyskt lið, sum kom í bólkaspæl, men KÍ var bert minuttir frá at enda í altjóða bólkaspæli annað árið á rað. Alt koppaði tó á høvdið í yvirtíðini í finska høvuðsstaðnum, Helsinki.

Miðlahúsið ger sum heild altíð nógv burturúr føroyskum fótbólti, og tilfarið úr bókini er fingið til vega úr tilfari, sum Miðlahúsið hevur framleitt gjøgnum árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder