Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Basel, Sveis (Portalurin): Stórtap lá í luftuni tíðliga í seinna hálvleiki, men uppá 21 minuttir vendu Føroyar tí frá minus 10 til minus 1 í sínum fyrsta EM-dysti.
Sveis avgjørdi tó móti endanum - Bjarta Johansen staðfestir í dag, at tað var nógv upp og niður.
- Tað eru ikki alt, sum vit kunnu "rættað" uppá. Summi ting vit gera í 1. hálvleiki, skulu vit bara ikki gera. Kennist tungt men koma so líðandi til møguleikar. Eg haldi vit skulu taka tað við okkum, at vit koma inn í dystin aftur.
Bjarta Johansen skorar móti Sveis (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá kensluborna kvøldinum HER
Hæddarpunkt frá søguliga dystinum (Video)
Bjarta skoraði eitt mál í gjár. Nú fara hon og liðfelagarnar at hyggja fram ímóti dystinum móti Kroatia, sum verður klokkan 14.30 í morgin, sunnudagin 1. desember. Kyndils-spælarin heldur, at tað at Kroatia hevur nógvar stórar spælarar kann verða ein fyrimunur fyri Føroyar.
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11 í St. Jakobshalle
Sveis - Føroyar 28-25 (13-7)
Dystargongdin:
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 minuttir: 28-25
Sí eisini: Mongu mistøkini fyrstu 35 minuttirnar kostaðu dýrt
Video frá høllini:
Jana Mittún: - Hyggi eftir máltalvuni og so er brádliga eitt mál á muni
Pernille Brandenborg: - Vit tapa móti okkum sjálvum
Rakul Wardum: - Noyðast at spæla væl í 60 minuttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald