Basel, Sveis (Portalurin): Tíðliga seinnapartin - frá klokkan 13 lokala tíð - verður aftur dystarupphiting á Lehenmattstrasse 353, sum er heilt tætt við dystarhøllina.
Føroysku fjeppararnir fara at royna at gera seg heilt til reiðar áðrenn farið verður til annan EM-dystin, sum verður móti Kroatia klokkan 14.30 føroyska tíð.
Les upptakt her: Skulu royna at knógva Kroatia seinnapartin
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
2. umfar - sunnudagin 01.12 í St. Jakobshalle
14.30: Føroyar - Kroatia
Sí eisini: Føroysk frambrot seta dám á Sveis (Myndir)
Tað verður við trummum og tí heila, og Annita á Fríðriksmørk verður ein av fjepparunum.
Fólkaskúlalærarin og politikkarin er av Strondum, men hevur hon leingi verið búsitandi í Hoyvík. Bæði eru at rokna sum "hondbóltsstøð", og Annita setur stutt orð á, hvussu nógv EM hevur at siga fyri føroyskan hondbólt - og eisini hvussu nógv tað merkir fyri kvinnurnar at hava stóran stuðul á staðnum og í Føroyum.
Føroysku áskoðarnir ærla at gera uppaftur meira vart við seg i dag - Annita sæst mitt í rokanum her undir dystinum móti Sveis, tá Føroyar vóru á veg inn í dystin aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Annita var ikki til EM hjá monnum í Berlin í januar, og tað "irðar hon seg grøna um".
Nú skuldi tað verða, og tað hongur sjálvandi eisini saman við, at Annita á Fríðriksmørk er mamma at 21-ára gomlu Brynhild Pálsdóttir.
Brynhild í dystinum móti Sveis (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr prátið við Annitu í breddanum ovast.
Sí eisini: Hanna úr Klaksvík hjálpir føroyska liðnum í Basel
Sí eisini: Fótbóltsspælarar í Sveis og stuðla føroyska EM-liðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald