Basel, Sveis (Portalurin): Fyri nakað undir tveimum samdøgrum síðani fyrireikaði føroyska liðið seg til fyrstu EM-uppgávuna. Tað var helst ov nógvur fjáltur á føroysku kvinnunum fyrstu løtuna í fyrsta dystinum. Mistøkini vóru nógv, og munurin til Sveis gjørdist júst ov stórur til, at Føroyar fingu vent tí.
Sí eisini: Mongu mistøkini fyrstu 35 minuttirnar kostaðu dýrt
Jana Mittún: Hyggi eftir máltalvuni og ser brádliga bert eitt mál á muni (Video)
Pernille Brandenborg: - Vit tapa móti okkum sjálvum (Video)
At byrja betri í dysti nummar tvey av trimum í bólkaspælinum er helst ein lykil. Føroyska liðið hevur nú staðið í støðuni í stóru høllini, og í morgin verður helst stór yvirvág av føroyskum fjepparum og ikki minst ljóði, sum avgjørt kann hjálpa føroyska liðnum.
"Hvíta hornið" í St. Jakobshalle
Tað gjørdi avgjørt nakað við Turið Arge Samuelsen og hinar á liðnum (Myndir: Sverri Egholm)
Fleiri myndir: Rørdir føroyingar aftaná rutsjutúrin
Sí eisini (video):
Forkvinnan er rørd og errin
Bjarta Johansen: - Skulu taka tað við at vit koma inn í dystin aftur
Rakul Wardum: Noyðast at spæla væl í 60 minuttir
Kroatia tapti sum væntað greitt fyri Danmark fríggjakvøldið - hæddarpunkt frá 34-26 dystinum síggjast á einari leinkju í her.
Á spælaragistingarhúsinum sæst munurin millum føroysku og kroatisku spælararnir - í stødd og skapi. Kroatiska liðið spælir heldur ikki serliga skjótan hondbólt, men tað er bygt á serliga langskot og stóra kropsliga styrki. Hetta skal føroyska liðið royna at hava eitt mótsvar til í dag.
Uppskriftin er millum annað føroyska ferðin og tað at nýta hana rætt - bæði í álopsspæli og í kontraspæli. Hetta var Claus Mogensen nakað inni á í gjár, tá venjarin tosaði við Portalin
Kroatia vann bronsu til EM fyri fýra árum síðani og stendur á pappírinum sum stórfavorittur til dystin í dag. Liðið hevur tó væl undir tey úrslitini seinastu árini og er broytt nakað seinastu árini, í mun til 2020. Millum annað eru nakrir profilar frá 2020 ikki úttiknar nú. Hetta hevur skapt nakað órógv í hópinum, skriva kroatiskir miðlar.
Dagsins dystur byrjar klokkan 14.30 føroyska tíð. KVF vísir hann.
Portalurin verður á staðnum við dystarfrásøgn, myndum og síðani samrøðum aftaná. Vit byrja tó longu tíðliga seinnapartin við beinleiðis blogginum, har vit eru til staðar til føroysku upphitingina, sum byrjar klokkan 13 lokala tíð.
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
2. umfar - sunnudagin 01.12 í St. Jakobshalle
14.30: Føroyar - Kroatia
Í kvøld spæla Danmark og Sveis, sum bæði hava tvey stig eftir 1. umfar. Føroyar og Kroatia hava einki. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald