Fótbóltur

Jóhannes Hansen nýggjur formaður í EB/Streymi

28-ára gamli víkarmaðurin avloysir Rógva Egilstoft. Sarita Vesturdal Vesturtún og Theodor í Búrsstovu eru eisini nýggj í nevnd, og avloysa tey Judith í Skorini Jacobsen og Egil á Bø.

Nevndin hjá EB/Streymi fyri 2025 (Mynd: EB/Streymur)

Nevndin hjá EB/Streymi fyri 2025 (Mynd: EB/Streymur)

2024-12-01 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur hevur framt tríggjar broytingar í sínari nevnd og bæði á formanssessinum og næstformanssessinum.

Jóhannes Hansen spældi á besta liðnum hjá barnsdómsfelagnum, áðrenn hann fór til Aalborg í lestrarørindum. Framvegis ungi maðurin úr Haldórsvík hevur verið darvaður av skaðum, men hann fer nú at avloysa ein annan vinstra bakk, Rógva Egilstoft.

Rógvi, Egil á Bø, næstformaður, og Judith í Skorini Jacobsen, nevndarlimur, stóðu fyri vali og ynsktu ikki afturval.

Theodor í Búrstovu er nýggur í nevndini og næstformaður. Sarita Vesturdal Vesturtún varð eisini vald í nevdina í gjár.

EB/Streymur skrivaði soleiðis í gjárkvøldið: 

EB/Streymur hevði aðalfund í dag, har m.a. nevndarval var á skránni.

Rógvi Egilstoft, formaður, Egil á Bø, næstformaður, og Judith í Skorini Jacobsen, nevndarlimur, stóðu fyri vali og ynsktu ikki afturval.

Í teirra stað vórðu vald Jóhannes Hansen, Sarita Vesturdal Vesturtún og Theodor í Búrsstovu.

Djóni Eidesgaard og Beinta Lisberg stóðu ikki fyri vali, og halda tí fram komandi árið.

Sum titlakslimur vórðu vald: Guðrun Ejdesgaard og Jan Djurhuus.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jóhannes Hansen sum formanni og Theodor í Búrstovu sum næstformanni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder