Fótbóltur

– Venjaraleikluturin er nógv øðrvísi

Hóskvøldið fekk FSF varpið orðið á Rógva Jacobsen, ið er ein av luttakarunum á “Leikaraleiðini”, eitt nýtt venjaraskeið, ið er er ætlað royndum fótbóltsspælarum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-01 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum nakað nýtt, er Fótbóltssamband Føroya fari undir at skipa fyri einum serligum venjaraskeiði, nevnt "Leikaraleiðin".

Endamálið við skeiðnum er at røkka fótbóltsspælarum, sum eru komnir til árs, men framvegis eru virknir, og spælarum, sum eru givnir, men sum hava spælt á høgum stigi seinastu árini, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Rógvi Jacobsen, sum er ein av teimum 29 luttakarunum á "Leikaraleiðini", sum byrjaði farna týsdag, heldur hetta vera ein góður møguleiki.

– Hetta er ein góður møguleiki at koma í gongd við venjaraútbúgvingina, og sjálvt um ein hevur spælt nógv fótbólt sjálvur, so er venjarayrkið nakað heilt annað og øðrvísi, í mun til at vera fótbóltsspælari, sigur hann í samrøðu við FSF-varpið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder