Annað

Badminton: Føroyskt par í altjóða kapping í Wales

Í kappingini kláraðu Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum seg rættiliga væl, tá tær í sigraðu á bulgarska parinum, sum vóru seedaðar sum nummar fýra í kappingini.

(Mynd: Badmintonsamband Føroya/Facebook)

(Mynd: Badmintonsamband Føroya/Facebook)

2024-12-01 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hava Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) og Miriam í Grótinum (HBF/KBK) sum fyrstu føroysku badmintonleikarar luttikið í altjóða viðurkendari kapping í Wales.

Í kappingini, Welsh International Open kláraðu tær seg rættiliga væl, tá tær í sigraðu á bulgarska parinum, Tanya Ivanova, og Gergana Pavlova, sum vóru seedaðar sum nummar fýra í kappingini.

Í fyrsta settinum vóru Bjarnhild og Miriam aftanfyri, inntil hinar førdu 14-18, síðani vunnu tær 21-19. Í øðrum setti vunnu tær 21-14.

Í áttandapartsfinaluni møttu tær sterkum pólska parinum, Anna Czuchra, og Julia Piwowar, har tær mátti lúta fyri yvirvøldini, hóast tær í øðrum setti fylgdu væl við upp til 15-21.

Miriam kom eisini víðari úr fyrsta umfari í mix, har hon spældi saman við grønlendska liðfelaga sínum Maluk Tiger, sum eisini spælir við KBK á Østerbro.

Í einmansleiki spældi Miriam ein tættan tvey-settara ímóti skotsku Abbie Brooks, meðan Bjarnhild vann sín fyrsta dyst í einmansleiki 21-12, 21-9 ímóti ensku Sarah Preecee og tapti síðani 15-21, 13-21 ímóti eini aðrari sera góðari úr Onglandi, Chia Ning Hsu.

Tær báðar á føroyska landsliðnum koma sostatt aftur við góðum upplivingum og altjóða stigum við í skjáttuni, skrivar Badmintonsamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder