At lata 17 mál inn í einum EM-endaspæli er ógvuliga lítið at lata inn. At bjarga 17 skotum er hinvegin ógvuliga nógv.
Annika Fríðheim Petersen valdi ein góðan dag at spæla ein framúrskarandi dysti. 25-ára gamla hoyvíkskvinnan bjargaði yvir helmingin av teimum 32 skotunum, sum hon fekk á seg.
Nakrar stórbjargingar vóru, og Annika tyktist at hava gott tamarhald á allan dystin.
Hon fekk góða hjálp frá føroysku verjuni, sum megnaði ógvuliga væl at stýra kroatiska spælinum. Kroatia skoraði bert tvey mál seinasta korterið, og tað var ein fragd at síggja føroysku kvinnur stríðast og stressa kroatiska álopsspælið størsta partin av dystinum.
Føroyskur fagnaður: Sverri Egholm
Í slíkum spæli verður miðverjan oftast mest sjónlig, og eins og við málverjum, so eiga Føroyar nakrar góðar har. Pernille Brandenborg og Brynja Høj spældu báðar ein branddyst.
Fyriuttan stóra heildaravrikið hjá Anniku Petersen kom Rakul Wardum og stórbjargaði brotskasti, tá støðan var 17-17, og fýra minuttir vóru eftir: Ógvuliga týðandi
Samanlagt kundi føroyska liðið iðra seg, at man ikki tók av og fekk sigurin, tí støðurnar vóru avgjørt til tað. To er endaúrslitið eitt søguligt stig, sum er stórt fyri føroyskan hondbólt.
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
2. umfar - sunnudagin 01.12 í St. Jakobshalle
Føroyar - Kroatia 17-17 (8-9)
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 4-6
20 min: 6-8
25 min: 7-8
30 min: 8-9
35 min: 10-11
40 min: 12-13
45 min: 14-15
50 min: 15-15
55 min: 17-16
60 min: 17-17
Føroysku málskjúttarnir:
Turið Arge Samuelsen 5 mál
Jana Mittún 5 mál
Pernille Brandenborg 4 mál
Anna Eisabeth Halsdóttir Weyhe 2 mál (Tvey brotskøst)
Súna Krossteig Hansen 1 mál
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 17 (54 prosent)
Rakul Wardum 1 (Var inni til trý brotskøst)
Kroatia hevði 41 skot og skoraði bert 17 teirra - Føroyar skoraðu eisini uppá undir helmingin av sínum royndum (17/39). So talan var sanniliga um verju- og málverjudyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald