Fótbóltur

Annika hevur næsthægst bjargingarprosent higartil í EM

Og tað er hárfínt, í mun til 1. plássið og 2. plássið. Dagsins spælari í gjár hevur bjargað nærum helminginum - 48 prosentum - av skotunum, sum hava rakt hennara mál tvey tey fyrstu umførini og hevur triðflest bjargingar yvirhøvur.

Aðrar hava fleiri bjargingar og skot ímóti, men Annika Fríðheim Petersen er í topp-trý í teimum báðum høvuðshagtølunum fyri málverjar - í øllum endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Aðrar hava fleiri bjargingar og skot ímóti, men Annika Fríðheim Petersen er í topp-trý í teimum báðum høvuðshagtølunum fyri málverjar - í øllum endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-02 08:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Annika Fríðheim Petersen hevur sligið sítt navn fast á altjóða pallinum hesa vikuna.

Í gjár varð 25-ára gamla hoyvíkskvinnan dagsins spælari hjá Føroyum í 17-17 javnleikinum móti Kroatia. Bert 14 mál fóru inn teir mongu minuttirnar, Annika stóð í málinum. Hini trý hjá Kroatia komu so: Tvey uppá brotsskøst har Rakul Wardum var inni og eitt í tómt mál.

EH Aalborg-málverjin hevði heilar 17 bjargingar aftanfyri eina stinna føroyska verju. Nakrar vóru uppá frí skot.

Sí esini: Annika og verjan vóru ótrúlig

[object Object]
Annika Petersen og hinar kundu fegnast saman við familju og fjepparum eina løtu í gjárkvøldið - men eftir flott avrikið snýr tað seg nú bert um dystin móti Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Eitt bjargingarprosent á 55 prosent í einum slíkum dysti er ógvuliga høgt, og Annika Fríðheim Petersen varð kosin dagsins spælari av EHF.

- Annika ger nokk størsta munin. Hon stendur við 55 prosentum, sum er heilt ótrúliga flott til ein slíkan EM-dyst, Elsa Egholm í videosamrøðu við Portalin í gjár

- Vit trúgva nógv uppá egin evni. Brynja og Pernille standa ein branddyst í verjuni, og tá Kroatia so einaferð kemur ígjøgnum, so hava tær ongan kjans, tí har stendur Annika, Turið Arge Samuelsen í videosamrøðu við Portalin í gjár

-  Verjuspælið var framúr, og tær koma til skot úr støðu,, sum vit ynsktu. Serliga vóru tað Pernille og Brynja (miðverjan) og Annika (málverjin), sum vístu høgan klassa, Claus Mogensen í viðtalu við Portalin

Annika sjálv var meira lítillátin og rósti heldur viðleikarunum í samrøðuni eftir megnaravriki

Hoyvíkingurin er ikki bara høgt á listanum yvir bjargingarprosent í EM higartil. Annika er næstan allarfremst

[object Object]

Skíggjamynd: eurohandball.com

Hetta eru tær, ið eru fremst, í mun til sjálvt talið av bjargingum. Annika og Elin Thorsteinsdóttir hjá Íslandi, sum spældi væl í søguliga sigri Íslands á Ukraina í gjár, hava báðar 26. 

Í mun til bjargingarprosent, so eru tað bert Annika Petersen og ungarski málverjin, sum hava yvir 48. Eisini um hugt verður longur niður í tali av bjargingum. Szemerey hevur munin, men hevur eisini havt nøkur færri skot á seg.

Níggju EM-málverjar hava havt fleiri skot á seg enn Annika Fríðheim Petersen - summar bert nøkur heilt fá fleiri - men at liggja á nærum 50 prosentum eftir yvir 50 skot á seg í tveimum slíkum dystum er ógvuliga flott.

Allir listin sæst HER

[object Object]

Báðir føroysku málverjarnir á hesum listanum (Mynd: EHF)

[object Object]Rakul Wardum eftir brotskastsbjargingina fýra minuttir fyri leiklok. Tá var støðan 17-17, og endaði dysturin eisini tað (Mynd: HSF/EHF)

Rakul Wardum hevur eisini staðið seg væl. Hennara samlaða bjargingarprosent er 37.5. Tað er sanniliga ikki lágt, og Rakul kom eisini inn og gjørdi stóran mun móti Sveis í fyrsta umfari.

Føroysku málverjarnir tykjast sum eitt gott toymi, og hava tær verið ógvuliga týðandi higartil í Basel. Fleiri av teimum 24 skotunum, sum eru komin á Rakul eru eftir brotskøst, har hon vanliga er sterk. Rakul Wardum hevur tikið trý teirra; harav eitt stutt fyri leiklok í gjár, sum varð týðandi fyri at Føroyar fingu stig.

Tað er helst neyðugt, at Annika og/ella Rakul standa ógvuliga væl móti Danmark í morgin, um Føroyar skulu hava nakran veruligan møguleika at spæla við. Báðar spæla til dagliga í bestu donsku deildini.

[object Object]
(Mynd: HSF/EHF)

Sí nakrar av bjargingunum hjá Anniku og brotskassbjargingina hjá Rakuli - umframt annað - í hæddarpunktunum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder