Basel, Sveis (Portalurin): Tað verður tosað nakað um múrar í Basel í hesum døgunum: At bróta niður múrar og flyta mørk innan hondbólt og føroyskan ítrott, um tann hvítklæddi og larmandi føroyski múrurin í horninum í høllini - ið bergtekur og fær "tey uttanveltaðu við" - umframt føroyska múrin í málinum, sum javnan eitur Annika Fríðheim Petersen, og í løtum ber navnið Rakul Wardum.
So er tað múrurin í miðverjuni. 28-ára gamla Brynja Høj og 27-ára gamla Pernille Brandenborg hava spælt nógvar dystir saman seinastu árini. Fyrrnevnda spælir í Føroyum og hevur eina øðiliga styrki í tvídystinum. Síðstnevnda spælir í Danmark, hevur altjóða hædd og spælir eisini álop - báðar hava ein vilja, sum vil nakað.
Hetta sást í gjár, tá Føroyar bert lótu 17 mál inn. Føroyar skoraðu tó bert 17 mál, so eitt stig kom í hús í tí dystinum í endaspælinum higartil við lægst tali av málum.
Brynja og Pernille í verjustøðu saman undir dystinum móti Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)
Pernille Brandenborg heldur, at Føroyar heldur burdi avgjørt dystin. Tó var tað ein serlig løta at fáa stigið, staðfesta hon og Brynja, sum eisini seta orð á málverjutoymið.
- Annika stendur ógvuliga væl í gjár, og man kennir seg tryggjan við henni aftanfyri seg.
Sí eisini:
Annika hevur hægst bjargingarprosent
Annika og verjan vóru ótrúlig
(Video): - Serliga errin av at verjan stóð saman
Turið Arge Samuelsen, Elsa Egholm og Claus Mogensen høvdu eisini rósandi orð til føroysku miðverjuna. Tað var ein stuttligur dystur at spæla, og úrslitið hevur eisini við sær, at Jens á Skipagøtu má til tatovør.
Til seinastu settu Brynja Høj og Pernille Brandenborg á seinastu uppgávuna í bólkaspælinum: Danmark.
Brynja: - Tað snýr seg fyrst og fremst um avrikið. Um vit spæla upp móti okkara allarbesta, so kunnu vit verða nøgdar í slíkum dysti
Pernille: - Hugsi ikki um at tað er serligt, tí tað er júst Danmark. Tað er serligt at spæla fyri Føroyar og fyri fjepparunum og øllum sum fylgja við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald