Basel, Sveis (Portalurin): - Tað er ikki bert hondbóltur, sum fyllir í føroyska EM-hópinum.
Kvinnurnar hava pyntað, eftir at stjórin Andrass Thomsen fór at keypa jólapynt, nú jólamánðin kom.
Hini liðini, sum eisini hava felagshøli á hæddini á gistingarhúsinum, hava smáflent eftir føroyingunum.
Brynhild Pálsdóttir og Súna Krossteig Hansen leggja líka í:
- Vit eru við fyri at læra - eisini á hesum økinum - men hetta kann verða ein vani, staðfesta tær báðar, sum hava staðið á odda fyri tí jólaliga.
Tað eru eisini Súna og Brynhild, sum vísa Portalinum runt og fáa skil á dagfestingum, hvussu fløgg, stjørnur og perur síggja út, og hvørja jólasjokulátu, man helst skal hava.
Sí video omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald