Hondbóltur

Video: Fyrsti islendski EM-sigurin

Íslendsku kvinnurnar skrivaðu søgu í gjár við at vinna á Ukraina. Týskvøldið spæla tær um víðari luttøku móti Týsklandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-02 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fingu søguligt stig í Sveis - sum helst burdi verið tvey - seinnapartin sunnudagin.

Í gjárkvøldið skrivaðu íslendsku EM-kvinnurnar eisini søgu, og tær fingu tvey stig. Hetta var í Innsbrück í Eysturríki móti Ukraina. Ísland spældi ein heilt góðan fyrsta dyst móti niðurlendsku stórfavorittunum (tapti við tveimum)

Ísland var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og hóast Ukraina bankaði uppá nakrar ferðir, sum 2. hálvleikur leið, so var eingin ivi, so kundu íslendingar fegnast eftir seinasta bríksl.

Sí hæddarpunkt ovast í greinini

Miðlar sum Visirmbl.is og handbolti.is gera nógv burturúr. Hetta er triðja EM-endaspælið kvinnurnar hjá Íslandi eru til.

Tær vunnu báðar dystirnar móti Føroyum í undankappingini - við fimm málum á Hálsi og fýra á Hafnarfjørðinum - og í morgin fer Ísland eftir at koma víðari. Til tess krevst minst ein javnleikur móti Týsklandi. Tann dysturin klokkan 19.30 í morgin, týskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder