Fótbóltur

Jacoba Langgaard nýggjur hjálparvenjari á A-landsliðnum

Umframt hetta verður Jacoba eisini partur av samskipanini av úrvalsvenjingunum hjá FSF. Talan er um fulltíðarstarv.

Jacoba Langgaard saman við Pæturi Smith Clementsen, ið fyribils hevur ábyrgdina av kvinnulandsliðnum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Jacoba Langgaard saman við Pæturi Smith Clementsen, ið fyribils hevur ábyrgdina av kvinnulandsliðnum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2024-12-03 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: – Eg eri ómetaliga glað fyri hendan møguleikan og gleði meg eisini nógv til tær avbjóðingar, ið standa fyri framman – bæði í sambandi við úrvalsvenjingarnar, har eg, saman við øðrum góðum kreftum, sleppi at vera partur av menningini av okkara yngru fótbóltsspælarum, og at vera partur av venjaratoyminum kring kvinnulandsliðið.

Tað sigur Jacoba Langgaard, ið hevur skrivað undir sáttmála við Fótbóltssamband Føroya, ið inniber, at Jacoba næstu tvey árini verður hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum.

Samstundis verður hon partur av samskipanini av úrvalsvenjingunum hjá FSF.

36 ára gamla Jacoba Langgaard er ikki ókend í føroyskum fótbólti. Sambært Faroesoccer hevur hon spælt 165 dystir í fremstu deildini, og spælt 19 A-landsdystir og skorað trý mál fyri Føroyar.

Við at seta Jacobu Langgaard í fulltíðarstarv ynskir FSF at uppraðfesta og at fáa meiri støðufesti kring kvinnulandsliðið. Jacoba hevur UEFA A-venjaraprógv, og byrjar í starvinum tann 1. februar 2025.

Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri, er fyribils høvuðsvenjari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder