Hondbóltur

Pernille: - Skylda áskoðarunum eina stóra stóra takk fyri alt

Video: Er á veg at gerast ljótt men so fáa vit steðga tí, staðfestir føroyski liðskiparin og dagins toppskjútti, sum aftur slapp út við kenslunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-03 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin):Vit brenna ov illa í dag - eins og móti Kroatia - men hava sum heild flutt okkum nógv, sigir Pernille Brandenborg.

Strikuspælarin gjørdist toppskjutti í dag við tíggju málum, og Føroyar taptu við níggju málum.

Hoyr hana seta orð á missin av Brynju, sum fekk beinleiðsi reytt kort tíðliga, og fantastisku føroysku áskoðarnar omanfyri.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
Seinasta umfar, 3. desember - St. Jakobsehalle
Føroyar - Danmark 24-33 (8-15)

Sí hagtøl her (Pernille Brandenborg: 10 mál)

Reytt kort: Brynja Høj (13' minuttir)

Kroatia og Sveis spæla lagnudyst í kvøld um at koma víðari. Um Sveis vinnur við fýra málum, so enda Føroyar á 2. plássi.

Støðan:
1. Danmark 6 stig *
2. Sveis 2 stig
------------------
3. Kroatia 1 stig
4. Føroyar 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder