Basel, Sveis (Portalurin): - Stutt eftir dystarlok í seinasta EM-dystinum hjá føroysku kvinnunum á hesum sinni, var Brynhild Pálsdóttir heldur syrgin.
Høgri vongurin stóð seg annars, tá hon kom inn við fimm málum og fleiri góðum verjustøðum.
Tað gekk tó sum heild og illa at skora móti donsku málverjunum, sigur 21-ára gamla hoyvíkskvinnan, ið so avgjørt vil aftur til eitt endaspæl.
Hoyr samrøðu omanfyri
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
Seinasta umfar, 3. desember - St. Jakobsehalle
Føroyar - Danmark 24-33 (8-15)
Sí hagtøl her (Brynhild Pálsdóttir: 5 mál)
Reytt kort: Brynja Høj (13' minutti)
Kroatia og Sveis spæla lagnudyst í kvøld um at koma víðari. Um Sveis vinnur við fýra málum, so enda Føroyar á 2. plássi.
Støðan:
1. Danmark 6 stig *
2. Sveis 2 stig
------------------
3. Kroatia 1 stig
4. Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald