Basel, Sveis (Portalurin) : Mie Højlund er ein profilur í bestu donsku deildini og á landsliðnum.
Hon hevði ikki sín allarbesta dyst í kvøld, og Føroyar góvu eitt ávíst høvuðbrýggj - serliga við sínum stríðsvilja - vísti hon á, tá Portalurin tosaði við danan í "Mixed Zone".
Føroyskur hondbóltur og hugburðurin, hjá spælarum og áskoðarunum, hugtekur Højlund.
Hon setur eisini orð á, hví Føroyar kunnu vera við á hesum stignum - hoyr samrøðuna ovast.
Danmark vísti í løtum í kvøld, hví liðið er ein av størstu EM-favorittunum. Endaspælið hjá Danmark byrjar tó ikki av álvara fyrrenn fyrsta dystin í meginumfarinum - móti Noreg í Wien hóskvøldið.
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
Seinasta umfar, 3. desember - St. Jakobsehalle
Føroyar - Danmark 24-33 (8-15)
Sí hagtøl her (Brynhild Pálsdóttir: 5 mál)
Reytt kort: Brynja Høj (13' minutti)
Kroatia og Sveis spæla lagnudyst í kvøld um at koma víðari. Um Sveis vinnur við fýra málum, so enda Føroyar á 2. plássi.
Støðan:
1. Danmark 6 stig *
2. Sveis 2 stig
------------------
3. Kroatia 1 stig
4. Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald