Hondbóltur

Myndir: Endaðu á 3. plássi - styrkismettar til HM play-off

Føroyar vóru eitt mál betri enn Kroatia, og hetta gevur betri fyritreytir fyri at koma til endaspæl aftur um eitt ár. Øgilig frøi í Basel.

Lív Sveinbjørndóttir Poulsen og systur hennara fegnast saman við Maritu Mortensern (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Sveinbjørndóttir Poulsen og systur hennara fegnast saman við Maritu Mortensern (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-03 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Málið móti Danmark í seinastu sekundunum í dag gjørdist ógvuliga týðandi tí Kroatia tapti 26-22 fyri Sveis.

Hetta merkti, at liðini sum fingu 1 stig hvør í bólkinum bæði høvdu -12 í málúrttøku, men Føroyar skoraðu eitt mál fleiri.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
Seinasta umfar, 3. desember - St. Jakobsehalle
Føroyar - Danmark 24-33 (8-15)

Sí hagtøl her

Reytt kort: Brynja Høj (13' minutti)

Endaliga Støðan í bólkinum:
1. Danmark 6 stig 
2. Sveis 4 stig
------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Kroatia 1 stig

Hetta ger, at Føroyar verða styrkismettar til HM play-off dystirnar í vár. Og tað gevur nógv betri fyritrytir, í mun til at koma til eitt endaspæl aftur um eitt ár.

Føroyska liðið fylgdi saman við áskoðarunum við dystinum millum Kroatia og Sveis. Vit vóru við løtuna, tá tað bleiv staðfest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder