Michal Przybylski spældi við NSÍ í árunum 2013 til 2015. Eins og Jann Benjaminsen, er hann uppvaksin í B68 og hevur síðani spælt í NSÍ. Og eins og javngamli bygdamaðurin skiftir Michal nú aftur til NSÍ úr B36.
Hetta hevur Portalurin fingið váttað.
Nú 26-ára gamli miðvallarin hevur seks av teimum seinastu sjey árunum spælt fyri B36 - í 2021 var hann í HB. Í 2017 var hann ársins ungi spælari í Betrideildini eftir eitt gott ár á Skála.
Michal hevur verið skaðadarvaður í 2024, men kann hann gera mun fyri NSÍ, sum í løtum í ár leitaði eftir røttu samansetingini á miðvøllinum.
Nýggi NSÍ-spælarin hevur loksins fingið føroyskt pass. Hann hevur pólsk foreldur, men hevur so at siga alt lívið búð í Føroyum - í 2018 var hann nakrar mánaðir í pólskum fótbólti.
Michal Przybylski hevur næstum spælt 200 Betrideildardystir. Hann hevur skorað 55 mál og hevur verið við til at vinna Løgmanssteypið við B36 - í 2018.
NSÍ skal spæla í Conference League í 2025. Michal hevur skorað heili sjey mál í 26 evropeiskum dystum samanlagt.
Tøl: FaroeSoccer
-----------------------------------------------------------------
NSÍ skrivar:
Michal gulur í 2025
Polski leikarin, ið júst hevur fingið føroyskt pass, hevur í kvøld skrivað undir ein eitt ára sáttmála við NSÍ. Michal leikti við NSÍ árini frá 2013 til 2015, áðrenn hann fyrst fór til B68 og síðani Skála.
Í 2018 var Michal í Póllandi og leikti við Widzew Łódź, har hann slapp at royna seg sum fulltíðar leikari.
B36 fekk hann heim aftur á klettarnar, og hevur hann síðani seinnu helvt av 2018 umboðað havnaliðini bæði, HB og B36.
Við í viðførinum til NSÍ hevur álopskendi miðvallarin heilar 191 dystir og heili 55 mál í Betri deildini (faroesoccer.com).
NSÍ ynskir Michal Przybylski hjartaliga vælkomnan aftur til felagið.
Karsten Joensen, formaður, og Michal Przybylski (Mynd: nsi.fo)
Dagført: 22.38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald