Fótbóltur

Føroysku fótbóltsfrúurnar: Ikki so glæsiligt, sum fólk halda

- Fólk halda, at alt er so øgiliga lekkurt og luksus, tá ið mann er ein fótbóltsfrúa, men gerandisdagurin hjá einari fótbóltsfrúu er bara ikki soleiðis, sum fólk ímynda sær, verður sagt í nýggjastu útgávuni av Ellivu.

Skíggjamynd úr Ellivu

Skíggjamynd úr Ellivu

2024-12-04 22:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í nýggjastu útgávuni av Ellivu fortelja tríggjar fótbóltsfrúur um lívið sum ”WAG” í Føroyum. Kristina, Bára og Rita eru tað, sum á altjóða fótbóltsmáli verður rópt WAGs, sum merkir wives and girl friends. Heitið verður brúkt sum eitt sindur niðrandi og eintáttað lýsing av ofta vøkru damunum og konunum hjá kendum fótbóltsspælarum.

- Fólk halda, at alt er so øgiliga lekkurt og luksus, tá ið mann er ein fótbóltsfrúa, men gerandisdagurin hjá einari fótbóltsfrúu er bara ikki soleiðis, sum fólk ímynda sær, sigur 37 ára gamla Kristina Steinkross Nielsen, sum Ellivu hevur sett stevnu saman við Báru Hansen (Teitur M. Gestsson) og Ritu Leitisstein (Petur Knudsen).

Les eisini um hendingina, sum mundi kollsiglt gullveitsluna hjá Víkingi. Tað bleiv so ilt millum Jóhan Petur Poulsen og Atla Gregersen, eftir at Víkingi tapti í steypakappingini móti HB, at Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, mátti kalla inn til friðarsamráðingar heima hjá sær.

Víkingur hevur framt eitt satt bragd. Felagið hevur við áleið 2.300 íbúgvum vunnið meistaraheitið við næstan bara lokalum spælarum. Hetta er óhoyrt í nýmótans fótbólti. Ellivu var við til gullregnið í Sarpugerði og hevur sett spurningin – hvat er loynidómurin?

Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, letur eisini hurðina upp inn til venjararúmið og fortelur sína søgu. Géza Dávid Turi fortelur um dreymin at spæla á føroyska landsliðnum og hjá kvinnunum verður heilsað upp á møðgurnar Maibritt og Eydnu.

Í nýggja táttinum ”Vit sum hava spælt ein landsdyst”, greiðir Palli Augustinussen frá sínum landsdysti, sum endaði við sigri. Vágbingurin gloymdi tó at verja sigurin heim, tá hann kom inn. Og so hevur hann upplivað at fáa landsliðsboð, meðan hann sólaði sær á Mallorka.

Hesa ferð er tað John Petersen, sum velur sínar bestu 11. Hann hevur verið partur av fleiri FM-vinnandi liðum, spælt uttanlands og verið á landsliðnum saman við nógvum góðum spælarum. Ungur spælararnir at hava eyguni eftir eru Aron Benjaminsen og Brá Zakariasardóttir.

Ellivu var eisini við, tá NSÍ vann greipuna hjá kvinnum. Í blaðnum hesa ferð verður eisini tikið samanum tey fimm árini við Håkani Ericson, umstrídda skiftið hjá Hanusi Sørensen til NK Celje og hugt verður nærri at Fótbóltssambandinum og hvussu tað er sett saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder