- Hetta var tann vakrasti endin, ið eg kundi fáa. Mín landsliðsyrkisleið endar her, men Basel er bert byrjanin fyri føroyska kvinnulandsliðið.
Soleiðis skrivar Turið Arge Samuelsen á sínari instagram-síðu tveir dagar eftir seinasta EM-dystin hjá Føroyum á hesum sinni.
Tað verður eftir øllum at døma seinasti landsdystur hjá einari av ímyndunum í føroyskum honbólti seinastu árini; sum hevur verið við í ringum tíðum hjá landsliðnum men síðani verið ein drívmegi í framgongdini hjá Føroyum.
Kyndla-spælarin fyllur 30 ár áðrenn ársenda, og hóast Turið Arge helst hevur nógv góð ár eftir í sær, so verður tað nú eitt farvæl til landsliðið.
Turið Arge Samuelsen fær klemm frá Súnu Krossteig Hansen eftir dystin móti Danmark týskvøldið.... (Mynd: Sverri Egholm)
...har skoraði Turið fyrsta málið í dystinum, sum verður hennara seinasti í landsliðsblusuni (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
Tað verður tað eftir nakrar søguligar dystir í Sveis. Turið varð javnsettur toppskjútti í føroyska javnleikinum móti Kroatia við fimm málum og var við at skriva søgu fyri føroyskan hondbólt.
Hon endar eisini sína tíð á landsliðnum sum tann mest skorandi: 135 mál í 45 skrásettum dystum, sambært HandballStatz. Tað er bert Pernille Brandenburg, sum hevur spælt fleiri (46).
Sí eisini: Turið: - Eitt tað vakrasta eg havi verið við til (Videosamrøðu eftir javnleikin móti Kroatia)
Soleiðis skrivar Turið Arge Samuelsen sjálv í sambandi við sína avgerð:
Farvæl og takk fyri meg, tú alfagra landslið
Basel var ein sigur fyri kvinnuítróttin. Hvør løta var til allar gentur, ið droyma um at røkka langt. Einaferð var alt hetta bert ein dreymur í huga - í dag er tað veruleiki.
Hetta var tann vakrasti endin, ið eg kundi fáa. Mín landsliðsyrkisleið endar her, men Basel er bert byrjanin fyri føroyska kvinnulandsliðið.
Ein serlig tøkk til okkara ótroyttiligu áskoðarar. Tit geva luft undir veingirnar.
Takk fyri meg - og takk fyri at eg slapp at vera við.
Turið Arge Samuelsen á veg av vøllinum saman við Janu Mittún, sum hevur næstflest landsliðsmál (Mynd: Sverri Egholm)
Turið Arge Samuelsen, Brynja Høj og allar aftanfyri í ovfarakæti eftir søguliga stigi í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)
--
Videosamrøða við Turið Arge Samuelsen aftaná javnleikin móti Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald