
Í Sveis fekk hann søguligt úrslit við føroysku kvinnunum, men heimafturkomin hevur Claus Mogensen fingið boð um, at hansara starvstíð í Horsens (HH Elite) er av.
Felagið, sum liggur í botninum í bestu donsku deildini, gjørdi í november avtalu við Claus Mogensen um, at samstarvið skuldi enda eftir hetta kappingarárið.
Tað er á sumri 2025, tá Jakob Larsen (nú NFH) tekur yvir í Horsens. Hetta seinna er framvegis galdandi, men nú høvuðsvenjarin hjá Føroyum kom aftur til Danmarkar eftir EM, fekk hann boð um ikki at møta upp til arbeiðis í felagnum aftur.
- Jeg kan forstå, at ledelsen ønsker ny energi, men de sidste ugers oplevelser har bekræftet mig i, at energi kommer mange steder fra. Ikke kun fra trænerne og spillerne. Den gode energi skal alle bidrage til.
Soleiðis skrivar hann á egnum Facebook-vanga.
Ronni Boy, sum var hjálparvenjari undir Claus Mogensen, tekur fyribils við sum høvuðsvenjari hjá Mariu Pálsdóttir Nólsoy. Maria kom til felagið í summar.
Maria Pálsdóttir Nólsoy í gjøgnumbroti móti Danmark týsdagin. Tá Kvindeligaen verður tikin uppaftur fyrst í januar 2025 verður hetta við øðrum høvuðsvenjara enn Claus Mogensen (Mynd: Sverri Egholm)
Claus Mogensen tók við í HH Elite á sumri 2023. Úrslitini hava verið blandaði - partarnir vórðu í november samdir í, at man skuldi hyggja uppá onnur ting. Nú er greitt, at hetta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald