Áhugin at síggja føroyskan landsliðshondbólt er stórur, og í dag boðar Honsbóltssamband Føroya frá, at tey ikki hava fleiri atgongumerki tøk - til ein útidyst í einari undankapping.
Føroyska manslandsliðið skal aftur spæla EM-undankappingardystir í mars. Tann fyrri verður 12. mars: Á Grækarismessu spæla Føroyar á fyrsta sinni heimadyst í nýggju stórhøllini í Hoyvík, tá Holland verður á vitjan.
Fýra dagar eftir dystin við Tjarnir verður útidysturin móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum.
Spælt verður í Topsportcentrum høllini í Almere, ið liggur 25 kilometrar uttanfyri Amsterdam.
Eventz Føroyar skipar fyri tveimum beinleiðis flogtúrum úr Føroyum, og onnur koma helst úr Danmark.
Føroyingar fylkjast um landsliðið - her í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)
Hondbóltssamband Føroya átti í fyrstu syftu rættin til 500 dystaratgongumerki. Tað eydnaðist at tiltuska sær eini 100 afturat, og nú er greitt, at tað vera 600 føroyingar til EM-undandystin í Almere sunnudagin 16.mars - teir skulu nokk seta sín dám á.
Heimadysturin ímóti Niðurlondum verður leiktur mikudagin 12. mars 2025 klokkan 19 við Tjarnir. Atgongumerkini til hendan dystin koma til sølu fyrst í 2025, boðar HSF frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald