Fótbóltur

Video: Hjalti skoraði ársins mál í Betrideildini

Rakettin hjá B68-verjuspælaranum móti barndómsfelagnum á Svangaskarði í september fekk flest atkvøður. Hjalti Strømsten fekk handað gávur og setti orð á málið á arbeiðsplássinum í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-10 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi ikki, at har var so nógvur vindur, sum tit vilja gera tað til. Men tað er sjáldan, at man fær ein sovorðnan bólt ímóti sær, so eg valdi bara at knalla til, og hann sat akkurát har, sum eg vildi hava hann

Tað sigur ein nakað ovfarin, men eisini væl nøgdur Hjalti Strømsten, tá hann skal seta orð á sjálvt málið, sum vísti seg at blíva ársins mál 2024 í Betrideildini hjá monnum. Málið bleiv skorað í 22. umfari, tá B68 hevði vitjan av Víkingi.

Hjalti er uppvaksin í Víkingi men hevur seinastu árini spælt við B68 sum eisini í 2023 fekk ársins mál (Esmar Clementsen við hælara móti 07 Vestur). Hetta var einasta málið hjá 27-ára gamla gøtumanninum, sum hevur longt sáttmálan við B68, í 2024.

Fótbóltssamband Føroya skrivar, at ársins mál er funnið í samstarvið við Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni.

- Fimm mál vóru at velja ímillum, og tá talt var saman, hevði málið hjá Hjalta Strømsten fingið umleið 40 prosent av atkvøðunum.

- Umframt heiðurin og eina minnisplátu, fekk Hjalti eisini handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO, og eitt gávukort upp á 1.000 kr. frá NORT.

Tilsamans 434 mál vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár.

Sí omanfyri tá umboð fyri FSF og Televarpið vitjaðu Kanjon í Klaksvík, har Hjalti Strømsten arbeiðir. Flotta málið sæst eisini har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder