- Hetta sær øgiliga spennandi út, og tað er avgjørt møguleiki at fáa fleiri stig, um vit spæla til okkara besta.
Soleiðis tekur Andrias Edmundsson stutt samanum dagsins lutakast til undankappingina til HM 2026.
Bólkurin hjá Føroyum (Mynd: FSF)
Toftamaðurin hevur seinasta stóra árið hevur verið fastur fúsur í miðverjuni hjá Føroyum. Hann heldur tað vera sera deiligt at fáa fimm lið í bólkin - annar helmingurin av bólkunum hevur bert fýra lið í.
Sum sæst omanfyri er Gibraltar styrkismett undir Føroyum. Hetta er við at geva Føroyum góðar møguleikar fyri fleiri stigum, og Montenegro var, í mun til ta ítróttarliga, millum bestu liðini at draga úr styrkislagnum omanfyri.
Kekkia kenna Andrias og teir. So er spurningurin, hvønn Føroyar fáa úr ovasta stykisbólkinum. Talan verður um taparan av Nations League-uppgerðini millum liðini í mars - Frakland ljóðar lokkandi, staðfestir 24-ára gamli Wisla Plock verjuspælarin.
- Tað hevði verið fantastiskt eisini at fingið Frakland og harvið sloppið at spælt ímoti teimum bestu spælarinum í heiminum. Ikki tí; Kroatia er eisini super, sigur Andrias Edmundsson við Portalin.
Bólkur L:
Frakland/Kroatia (taparin av teimum í Nations League-uppgerð í mars)
Kekkia
Montenegro
Føroyar
Gibraltar
Vinnarin av bólkinum kemur víðari til HM-endaspælið. Tvey'arin skal spæla play-off um eitt pláss.
Landsliðsmiðverjin hevur nú eina stutta jólaferiu. Tað er í mars næsta ár, at Føroyar skulu í gongd við HM-undankappingina, har átta dystir eru á skánni í 2025. Føroyar hava ikki nakran landsliðsvenjara í løtuni - Portalurin hevur sent FSF fyrispurning um, hvør støðan er viðvíkjandi hesum.
Dystarásetingarnar í evropeisku undankappingini. Føroyar eru í bólki L og byrja harvið í mars. Sum skilst verður øll dystarskráin væntandi til reiðar í kvøld - í seinasta lagi í morgin, leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald